Allan er í Russlandi

Nógv bendir á, at dysturin, sum føroyingar skulu spæla í Russlandi, verður aðra staðni enn í Moskva

Tað er ein rúgva av HM undankappingardystum á skránni í kvøld. Eftir upprunaligu skránni skuldu føroyingar spælt í Beograd. Tann dysturin er sum kunnugt útsettur, og tað fegnast allir føroyingar um.

Allar grannatjóðirnar hjá okkum skulu í HM eldin í kvøld. Skotland, sum leygardagin var í San Marino, skal spæla í Kroatia. Álopsspælrin Billy Dodds er farin heim til konuna, sum skal eiga, og tríggir spælarar vórðu skaddir, tá Skotland vann 2-0 í San Marino. Verjuspælarin ,Christian Dailly, breyt nøsina, og McCann hevur trupulleikar við øklunum og McNamara er skaddur í knænum. Skotar hava frammanundan trupulleikar á miðvøllinum, har Paul Lambert og Barry Ferguson vórðu skaddir undan fráferðini til San Marino. Verjuspælarin, Dominic Matteo er heldur ikki við á ferðini í miðalhavinum. Skotski venjarin, Craig Brown, hevur bara sent boð eftir einum nýggjum spælara. Tað er ungi Celtic álopsspælarin, Marc Burchill. Ongland, sum tapti á heimavølli ímóti Týsklandi, hevur stórar trupulleikar at dragast við, tá teir í kvøld fara á vøllin í Finnlandi. Tony Adams er ryggskadur, vongverjin Graeme le Saux hevur trupulleikar við skinnabeininum, David Beckham er knæskaddur, og Steven Gerrad er skaddur í lærkrikanum. Heldur ikki miðvallarin, Paul Ince, er við á ferðini. Konan skal eiga, og fyri at fara við, vildi hann hava vissu fyri at vera millum teir fyrstu 11. Nýggir menn í hópinum eru Teddy Sheringham og Wes Brown úr Manchester United.

Kevin Keegan situr heima í Onglandi og hyggur at. Nýggi venjarin hevur knívin á barkanum. Um Ongland ikki vinnur í kvøld, verður teirra møguleiki at sleppa við til Korea og Japan ógvuliga lítil.

Áhugin fyri dystinum í Parkini í Keypmannahavn, har Bulgaria kemur á vitjan, hevur ikki verið stórur, men í gjár ljóðaði, at tað verður um reppið, at tað verður útselt. Jon Dahl Tomasson, sum stendur fyri at spæla landsdyst nummar 25, er ivasamur hjá dønum.

Ísland hevur havt eina syndarliga byrjan í hesi HM undankappingini. Teir hava tapt ímóti Danmark og Kekkia. Í kvøld fáa teir vitjan av Norðurírlandi.

Sviar, sum leygardagin mistu sigurin ímóti Turkalandi í síðstu løtu, skulu spæla í Slovakia, og Noreg fær vitjan av Ukreina. Norðmenn kenna stórt trýst á sær, eftir at teir higartil bara hava megnað tveir javnleikir.


Kanningarferðin

Í okkara bólki eru tveir dystir á skránni. Sveis skal spæla í Slovenia, og so er ein dystur á skránni í Russlandi. Allan Simonsen er farin til Moskva, har hann í kvøld fer at fylgja við, tá Russland og Luksemburg fara at spæla. Føroyar skulu spæla á útivølli ímóti hesum liðunum í mars. Dysturin í Luksemburg verður 24. mars og tann í Moskva verður 28. mars.

Ætlanin hjá FSF var, at Allan Simonsen skuldi búgva á gistingarhúsinum, sum føroyska landsliðið skal búgva á, tá teir koma til Moskva í mars. Men nú hava russarar boðað frá, at dysturin ímóti Føroyum neyvan verður spældur í russiska høvuðsstaðnum.

Í Russlandi hava teir vánaligar royndir av fótbóltslíkindunum í Moskva so tíðliga á árinum. Ofta hava dystirnir hesa ársins tíðina verið spældir niðri við Svartahavið. Í russiska fótbóltssambandinum siga teir, at teir hava ikki enn gjørt av, hvar dysturin ímóti Føroyum skal spælast, men hann verður neyvan í Moskva.