Allan byggir húsini sjálvur

Fleiri nýggj sethús eru bygd á Strondum, og alt bendir á, at fleiri fara at koma aftrat, umframt at arbeitt verður við raðhúsum.

 

 

Í góðveðrinum á mikkjalsmessu, tá heystið vísti seg frá síni bestu síðu, vóru enn eini sethús reist í Sjóvar kommunu, hesa ferð á Hálsagøtu á Strondum.

 

Sjóvar kommuna hevur verið ófør við útstykkingum á Strondum, nú Eysturoyartunnilin nærkaðist og læt upp í desember mánaði í fjør.

 

Fleiri nýggj sethús eru seinastu árini bygd á Strondum, og alt bendir á, at fleiri fara at koma aftrat, umframt at arbeitt verður við raðhúsum.

 

Eigarar av nýggju húsunum, sum vórðu reist í góðveðrinum mikudagin, eru Allan Restorff Mouritsen og Lydia Utvær Marsten.

 

- Allan er útlærdur timburmaður og stendur sjálvur fyri byggingini av húsinum, vita tey í Sjóvar kommunu at siga.

 

Fleiri myndir av húsunum hjá Allani og Lydiu eru á síggja á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu - www.sjovar.fo

 

Í Sjóvar kommunu ynskja tey Allani Restorff Mouritsen og Lydiu Utvær Marsten hjartaliga tillukku við reistu húsunum. 

 

##med2##

 

 

 

Tað er stuttur vegur av Strondum til Havnar, nú Eysturoyartunnilin er komin.