Allahalganadagur ? minningardagur teirra sjólátnu, ella Halloween hald í Føroyum ? heiðin veitsla fyri spøkilsum?

Heidi Petersen
løgtingskvinna

Altjóðagerðing.
Í eini størri og størri altjóðagerð av heiminum, har samskiftismøguleikarnir gera heimin minni og minni, og við tíðini meira og meira eins, har gerandisdagurin í veruleikanum er hin sami, um tú býrt í Tórshavn, Tokyo ella Torino, við tað at vit nýta eins bilar, eta eins mat, ganga í eins klæðum, lurta eftir sama tónleiki, síggja somu sjónvarpsrásir, nýta eins hentleikar í heimunum, verða eisini mentanarmunirnir máaðir burtur.
Útlendsku mentaninar floyma inn yvir okkum sum ongantíð áður. Tað er sunt og er eisini ein avbjóðing. Tað er við at seta fokus á okkara egnu mentan og menna hana, at tað gevur okkum hugskot og íblástur til endurnýggjan. Tað forðar fyri, at vit steðga upp og gerast nalvaskoðandi, og tað, sum vit halda hava størsta týdning, noyðir okkum alla tíðina at taka støðu til okkum sjálvi sum menniskju, og hvat tað er, vit standa fyri, og hvussu vit í framtíðini fóta okkum sum fólk.


Allahalgannadagur.
Allahalgannadag halda vit sum minningardag teirra sjólátnu. Upprunin er katólskur, og er hetta dagurin, tá katólska kirkjan heldur ein heiðursdag ella ein minningardag fyri sínum halgimennum. Hetta er uttan iva eisini grundin til, at vit í Føroyum júst valdu henda dag til minnisdag teirra sjólátnu.

Halloween.
Men fyri katólsku tíðina hildu keltar í Írlandi í 5. øld fyri Krist dagin sum eitt nýggjárshald, tí keltiska árið endaði 31. oktober. Pátrúgvin var, at hesa nýggjársnátt reikaðu øll spøkilsi - ella sálir teirra deyðu - kring um í bygdunum og leitaðu sær eftir nýggjum kroppum at búsetast í. Fólk gjørdu so alt, tey kundu fyri at ræða hesar sálir, sum vóru á ferð. Hetta var gjørt við eitt nú at hava tað øskukalt í húsunum, so ongin sál varð drigin til hús. Eisini gingu fólk grýluklødd um náttina og reikaðu frá húsi til hús fyri at ræða sálirnar burtur og soleiðis forða fyri, at tær tóku bústað í teimum sjálvum. Alt í alt ein heiðin ræðunátt, sum endurspeglar ser í nútíðini sum Halloween hald.

Niðurstøða.
So mín spurningur er: Vilja vit í Føroyum varðveita allahalgannadag sum minningardag teirra sjólátnu, ella fara vit at lata útlendska árinið troðka henda minningardag burtur og ístaðin seta eina heidna ræðsluveitslu á skránna? Hetta kann bert tíðin vísa, men mín vón er, at okkara mentunarligi samleiki og styrki megnar at standa ímóti hesum fremmanda árini á ein sovorðnan hátt, at minningardagur teirr sjólætnu, ikki verður skalaður.