Alla øldina hevur toskurin verið virðismiklasta botnfiskaslagið

- Eitt serligt fyribrigdi við toskaveiðini við Føroyar er, at veiðan við tveimum undantøkum alla øldina hevur ligið millum 20.000 og 40.000 tons. Bestu árini er heildarveiðan komin upp á 40.000 tons, og vánaligastu árini hevur hon verið umleið 20.000 tons. Undantøkini eru undir seinna heimsbardaga og kreppuárini seinast í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum, tá ið toskaveiðan var óvanliga lítil, sigur Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni

Herfyri gav Fiskirannsóknarstovan út snotuligan bókling, sum lýsir veiðina í høvuðsfiskasløgunum við Føroyar seinastu 100 árini.
Tað er Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á stovninum, sum hevur skipað tølini í bóklinginum til prentingar.
Høvið til hesa útgávu av veiðihagtølum er, at felagsskapurin, ICES, varð settur á stovn fyri stívliga 100 árum síðan, nevniliga í 1902.
Tað vóru fleiri av londunum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, sum settu sær fyri at samskipa kanningar av havinum og lívinum í havinum.
ICES var soleiðis fyrsti altjóða felagsskapur av sínum slagi.
Norðurlond vóru millum fremstu londini at taka stig til felagsskapin, og fleiri fundir at fyrireika stovnsetanina vóru eitt nú í Noregi, Svøríki og Finnlandi.
Í 2002, tá ið ICES hevði 100 ár á baki, var stórfingið hald í Keypmannahavn í sambandi við árliga vísindafundin hjá felagsskapinum.
Hagtøl í 100 ár
Eitt tað fyrsta stigið hjá ICES var at savna hagtøl frá fiskiskapinum í ICES-økinum, sum er økið eystan fyri eina linju úr Kappanum í Grønlandi og suður áraka Gibraltarsundið. Alt hetta økið er síðan býtt sundur í smærri økir eftir vistfrøðiligum og havfrøðiligum eyðkennum. Føroyska økið er býtt upp í tvey, harav Føroyabanki er fyri seg og restin av økinum, ið eftir er, er fyri seg.
Limalondini hjá ICES bundu seg frá byrjanini at lata ICES hagtøl yvir fiskiskapin, býtt eftir fiskaslagi og øki. Somuleiðis skuldu londini lata felagsskapinum hagtøl fyri veiðiorku og roynd í tann mun, hesi vóru tøk.
Hagtølini komu út í einum bóklingi til 1988, og síðan hava tey ligið á heimasíðuni hjá felagsskapinum. Aftrat hesum eru hagtølini fyri veiðina síðan 1973 at fáa á fløgu.
- Vit hava mett tað vera týdningarmikið at savna tølini fyri veiði av fiski við Føroyar í hesi 100 árini til tess at síggja, hvussu fiskiskapurin er broyttur við tíðini. Tølini fyri tey týdningarmestu fiskasløgini verða lýst í bóklinginum, sum nú er komin, sigur Hjalti í Jákupsstovu.
Taltilfarið
Fyri at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu fiskiveiðan hevur verið við Føroyar hesi 100 árini, ICES hevur savnað hagtøl, er Fiskirannsóknarstovan farin gjøgnum øll bindini av Annales Statistique frá 1903 til 1986. Veiðan fyri hvørt fiskaslag sær eftir landi hvørt árið er síðan goymd í einum dátusavni. Síðan eru somu tølini fyri tíðarskeiðið 1973-1999 drigin úr talgildu dátufløguni frá ICES. Tølini fyri tíðarskeiðið 1973-1986 eru samanborin, og har frávik hava verið, eru tølini á fløguni nýtt.
- Munurin er í flestu førum eingin, og har munir hava verið, hava teir verið sera smáir.
Hjalti sigur, at ymiskt er, hvussu skjótt londini lata endalig hagtøl frá sær, og fyri tíðarskeiðið 2000-2003 eru tølini, sum givin er upp til Vaktartænastuna, nýtt.
Veiðitølini eru umroknað og byggja á ókruvda vekt.
Tølini, sum eru fráboðaði til ICES, eru almennu tølini frá hvørjum landi sær.
- Fyrstu árini hjá ICES kann ivi vera um, hvussu neyv tølini eru, men fleiri av teimum stóru fiskiveiðitjóðunum høvdu góðar hagtalsskipanir longu, tá ið skipanin byrjaði.
Hjalti sigur, at Danmark gav á hvørjum ári frá 1901 út "fiskeriberetninger", har úrslitini frá fiskiskapinum frá øllum pørtum av ríkinum - og eisini Føroyum - eru skrásett. Ongland og Skotland hava altíð borið orð fyri at lata góð hagtøl frá sær og somuleiðis Noreg.
- Hesi londini hava øll árini staðið fyri mesta fiskiskapinum av botnfiski við Føroyar. Seinnu árini og serliga í byrjanini av sjeytiárunum hava almennu tølini fyri fleiri fiskasløg viðhvørt vikið frá veruligu veiðini og eru í fleiri førum skrivað til onnur øki enn tey, har fiskiskapurin veruliga er farin fram.
Við Føroyar er í summum førum ivi um, hvussu røtt tølini fyri pelagisku fiskasløgini, serliga sild og makrel, eru. Men fyri hini fiskasløgini er hetta ikki nakar trupulleiki.
- Tøl fyri veiðina hjá føroyskum fiskiførum eru fráboðað frá 1903 og øll árini síðan.
Hjalti sigur, at tá ið veiðan í "fiskeriberetninger" fyri veiðina við Føroyar hjá føroyskum fiskiførum fyri tíðarskeiðið 1913-1924 verður borin saman við veiðitølini hjá ICES í sama tíðarskeiði, er kortini stórur munur.
Í ritinum, sum Fiskirannsóknarstovan hevur givið út, eru tølini frá "fiskeriberetninger" nýtt.
- Tøl fyri veiðina hjá føroyskum fiskiførum eru ikki latin ICES fyri tíðarskeiðið, 1940-1951, men frá 1906 er líkt til, at lond, sum hava fiskað undir Føroyum, hava latið hagtøl til ICES, sigur hann.
Heildarveiðan
Í ritinum vísir Hjalti í Jákupsstovu á, at fráboðaða heildarveiðan av øllum fiskasløgum veiddum undir Føroyum vísir ein vøkstur úr stívliga 1.200 tonsum í 1903 uppí 700.000 tons í 2003.
- Vøksturin fer fram í seks tíðarskeiðum. Fram til seinna heimsbardaga er miðalveiðan við Føroyar stívliga 42.000 tons, í tíðarskeiðinum 1950-1970 er hon 93.000 tons, 1971-1980 181.000 tons, 1981-1990 274.000 tons, 1991-2000 285.000 tons og at enda seinastu trý árini - árini 2001-2003 - er heildarveiðan í miðal 620.000 tons.
Heildarveiðan kann býtast í fleiri bólkar. Fiskasløg sum toskur, hýsa, tunga, reyðsprøka, steinbítur, havtaska og kalvi, sum nógv hava verið fiskað við troli, hava verið fiskað við Føroyar alla øldina. Heildarveiðan av hesum fiskasløgum, sum hevur ligið millum 40.000 og 60.000 tons, tykist vera rættiliga jøvn øll árini.
- Undir seinna heimsbar-daga var veiðan av hesum fiskasløgum sera lítil, og soleiðis var eisini í kreppu-árunum seinast í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum. Tí er hugsandi, at hetta er tann nøgd, sum kann veiðast av hesum fiskasløgum um árið, sigur Hjalti.
Seinast í sekstiárunum byrjaði fiskiskapurin eftir kongafiski, blálongu og svartkalva á djúpum vatni. Hesin fiskiskapur, sum mest hevur verið við teimum størru lemmatrolarunum, vaks fram til miðskeiðis í áttatiárunum, men síðan er heildarveiðan av hesum fiskasløgum minkað munandi.
Upsi og toskur
Botnfiskaslagið, sum mest verður fiskað av, er upsi.
- Hóast veiða av upsa er fráboðað at kalla alla øldina, byrjaði veruligur fiskiskapur eftir upsa undir Føroyum ikki fyrr enn seinast í sekstiárunum - í fyrsta lagi av týskum og seinni fronskum fiskiskipum. Tá ið fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar, byrjaðu føroysk skip at fiska upsa av fullum alvi - og síðan tá hava okkara skip fiskað at kalla allan upsan, sum veiddur verður við Føroyar, sigur Hjalti.
Í ritinum leggur hann dent á, at toskur alla hesa øldina hevur verið virðismiklasta slagi av botnfiski við Føroyar.
- Undan 1977, tá ið fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar, varð nógvur toskur veiddur við Føroyar av útlendskum fiskiførum, serliga skotum og onglendingum.
Hjalti vísir á, at eitt serligt fyribrigdi við toskaveiðini kring Føroyar er, at veiðan við tveimum undan-tøkum alla øldina hevur ligið millum 20.000 og 40.000 tons.
- Bestu árini er heildarveiðan komin upp á 40.000 tons, og vánaligastu árini hevur hon verið umleið 20.000 tons.
Hann sigur, at undantøkini eru undir seinna heimsbardaga og kreppuárini seinast í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum, tá ið toskaveiðan var óvanliga lítil.
- Undan fyrra heimsbardaga var mesta veiðan av toski við Føroyar fiskað av bretskum fiskiskipum, men undir seinna heimsbardaga minkaði bretska veiðan burtur í einki, og føroysk fiskiskip tóku yvir. Undir bardaganum tyktist stovnurin at hava ment seg munandi og í 1918, tá ið fiskiskapurin bert var við føroyskum fiskiskipum, kom veiðan upp á stívliga 20.000 tons.
Hjalti vísir á, at í 1919 var føroyska veiðan 25.000 tons og samlaða veiðan av toski undir Føroyum heili 42.000 tons.
- Tá ið bretsku fiskiskipini komu aftur higar at fiska, minkaði føroyski parturin av veiðini eftir toski heilt nógv.
Pelagiska veiðan
Størstu broytingarnar í veiðinøgd hava verið í pelagisku fiskasløgunum.
- Sild varð nógv fiskað í fimti-og sekstiárunum og so aftur miðskeiðis í nítiárunum. Veiðan eftir svartkjafti byrjaði í sjeytiárun-um og veiðan eftir makreli í áttatiárunum. Onkur ár fæst eitt sløg av brislingi á Tangafirði og Skálafjørðinum. Onkur ár hevur lodna verið fiskað norðanfyri, og onkur ár er rossamakrelur veiddur við føroyar.
Hjalti í Jákupsstovu vísir á, at nógv tann størsti parturin av veiðini av pelagisku fiskasløgunum er svartkjaftur, og serliga síðan ár 2000 er veiðan eftir svartkjafti vaksin heilt nógv.
Talvur við veiði
Í snotuliga bóklinginum, Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár, eru talvur, sum lýsa veiðina eftir hesum fiskasløgum: Sild, brislingi, gulllaksi, hýsu, upsa, toski, hvítingi, hvítingsbróðir, svartkjafti, brosmu, longu, blálongu, havtasku, kongafiski, steinbíti, makreli, kalva, svartkalva, reyðsprøku, tungu. Eisini eru talvur, sum lýsa veiðina eftir hummara og jákupsskel.
Í talvum sæst eisini, hvussu nógv ymisku londini hava fiskað av ymiskum fiskasløgum við Føroyar.