Alla halgannadagur

Tað flaggar á hálvari stong. Minnir okkum á, at tað eru summi,
ið vóru okkara millum fyri einum ári síðan, ið ikki eru meira.
Vit steðga á og minnast

Tað er okkurt ófrættakent yvir einum flaggi á hálvari stong. Har hanga sorgarboð uppivið. Vit steðga á. Vita viðhvørt ikki, hvussu vit skulu taka hesi boðini. Tað veldst alt um, hvussu nær tey ganga.
Tað flaggar á hálvari stong. Fyrst kemur eitt flagg upp. So sær grannin og fer út við sínum. Fer at spyrja, hvørjum flaggað verður fyri. Og skjótt er, so hevur hvør flaggstong í bygdini fingið flaggið á hálva stong.
Jú, tað er so ymiskt, sum svarað verður. Hesaferð er tað tann gamli maðurin, sum í eina tíð hevur verið so ússaligur, at væntandi var, at boð vóru eftir honum.
Tungt er hjá tí, ið av varðar. Men onnur halda sum so, at tað var kanska best, at hann slapp burtur hiðani. Her var ikki nógv at dvølja eftir.
So er tað fyri unglinginum, sum frískur og ferðugur fór av húsum í veitslulagi, og ikki kom aftur uttan í kistu av sjúkrahúsinum. Tað hendi ein ferðsluvanlukka.
Aftur verður flaggað, og hóast úrslitið er tað sama, flaggað verður fyri, eru boðini nógv tyngri, og dámurin gerst nógv daprari í bygdini, enn hann var, tá gamli maðurin fór um leitið.
Her hjá okkum hava vit tann vakra sið, at vit halda alla halgannadag í minni teirra, sum farin eru í yrki sínum á sjónum.
Flaggað verður á hálvari stong um alt landið, og dagurin hevur ein dapran dám. Árstíðin er kanska tann rætta, um so kann sigast. Myrkrið sýgur skjótt samanum, og er veðrið dapurt eisini, verður tað mestum sorgardámur.
Minningarhald verða hildið kring oyggjarnar, og nógv fólk, eisini tey, ið ikki eiga avvarðandi, luttaka í hesum haldum. Soleiðis er siðurin, og soleiðis eigur hann at verða hildin í hevd.
Tað er hátíðardámur yvir løtuni, tá minningarguðstænastan í Havnar Kirkju verður varpað út um landið, og tað kennist mestsum halgibrot at takast við nakað yrki ta løtuna. Ta virðingina, hesi fólkini, ið mint verða, eiga uppiborna, eiga vit ikki at taka frá teimum.
Men onnur kenna ikki henda sið okkara og leggja heldur ikki í hann. Tey gera karneval burtur úr alla halgannadegi og vilja selja gekkaskortar og annað fjas í hesum sambandi. Helst slíkt, sum skal síggja ófantaligt út.
Og hetta er so roynt at fáa hendanveg eisini. Men er higartil afturvíst av føroyingum, hvørs virðing fyri degnum liggur djúpari enn so. Grýlurnar kunnu vit halda okkum til á føstulávint. Tað man vera ríkiligt.
Men eru tað so bara uttaneftirkomandi ávirkanir, sum vilja leggja hendan siðin burtur?
Nei, mugu vit tíverri siga. Tað vísir seg nevniliga, at tað gerast alt fleiri okkara millum, sum missa meira og meira av virðingini fyri hesum degnum og týdningi hansara fyri alla tjóðina.
Aftur er tað handilslig ávirkan, ið ger seg galdandi. Undirhald skal vera, og ikki vísir seg at bera til at leggja ein einasta dag burtur ímillum. Heldur ikki ein slíkan dag sum alla halgannadag. Og als ikki, um tað er so óheppið, at hann fellur á ein leygardag.
Hetta er tekin um ómegd. Mentanarliga ómegd, sum vit øll, ikki bara tey, ið onga virðing hava fyri degnum, men eisini hini, eiga at taka á okkum og tala at.
Vit eiga við spekt og sóma at virða minni teirra, ið undan eru farin. Ikki bara alla halgannadag, uttan hvønn dag alt árið.