All That Rain spæla til jóladans í Sørvági

Leygarkvøldið verður jóladansur við All That Rain í dansistovuni í Sørvági. All That Rain eru kendir fyri at fáa rætiligt lív í fjøldina, og hetta sleppa áhoyrarirnir eisini at kenna á sínum egna kroppi.


Umframt vælsvingandi dansitónar frá bólkinum verður eisini diskotek. All That Rain spæla nýggjan popp og rokk tónleik, men nú talan er um jóladans, verður óivað okkurt eldri jólalag eisini at hoyra í dansistovuni. Tiltakið byrjar klokkan 23.00.
 
nud