Dansur
Leygarkvøldið spælir All That Rain aftur í Hvalba fyri fyrstu ferð í fleiri mánaðir.
Tað er nú ein vika síðani at teir spældu í Prix Føroyar í Fuglafirði og tað gjørdu teir so mikið væl, at teir eru komnir í semifinaluna.
All That Rain hevur fingið nýggjan sangara og gittarspælara, síðani teir vóru í Hvalba seinast. Tað er Rókur Jákupsson Jacobsen, sum hevur verið í bólkinum í eitt gott hálvt ár og sambært ummælinum aftaná Prix Føroyum, riggar hann væl saman við All That Rain.
Hann lesur í Danmark og flýgur sostatt aftur og fram hvørja ferð, teir spæla.
Eftir Prix Føroyar í farnu viku, skrivaði ummælarin hjá Sosialinum, at teirra grundfesta swing er ikki til at fara skeivur av.
Allir sangirnir, teir skriva sjálvir nú á døgum, eru á føroyskum. Men tá ið teir spæla til dans, blanda teir alt møguligt saman, bæði av fløguni hjá Kjølum og av fløguni hjá All That Rain. Alt verður so kryddað við útlendskum løgum og onkrum av tí, teir spældu á Prix Føroyum seinasta vikuskifti.
At All That Rain seru sera væl umtóktir í Suðuroy, fingu teir prógv fyri, táið teir spældu í TB-húsinum í desember.
Tá vóru teir eitt sindur spentir uppá, hvussu tað fór at verða.
? Vit høvdu havt ein suðuroyar-niðurtúr. Tað komst helst av, at vit eina tíð høvdu spælt nógv harðari tónleik enn vit høvdu gjørt og vit gera nú. Og tað fangaði ikki so væl, siga teir í All That Rain.
Men tað var ongin orsøk hjá teimum at ivast í nøkrum, tí teir vóru stórliga fagnaðir í TB- húsinum og teir gleða seg til at sleppa aftur til Suðuroyar at geva alt teir hava, leggja teir afturat.
Manningin í All That Rain eru Henning Hjalt Nicodemusen á trummum, Jens Tummas Næs á bassinum og gittar spæla Hans Ravnsfjall og Rókur Jákupsson Jacobsen. Og teir leggja allir rødd til.