All That Rain aftur í Rex

Leygarkvøldið verður Rex karmur um eitt sokallað “come-back” í føroyska tónleikaheiminum.

 

Kanska Føroya besti veitslubólkur nakrantíð verður tá aftur at síggja á pallinum.

 

Talan er sjálvandi um vælumtókta bólkin All That Rain.

 

Frá 2000 til 2007 ríkaði hesin bólkur veitslur kring alt landið. Felags fyri flestu framførslurnar var, at áhoyrararnir livdu við tónleikinum við lív og sál.

 

Tá kom tað óvart á mong, tá teir í bólkinum í 2007 valdu at fara hvør til sítt. Tá høvdu teir tørv á løða battaríini aftur, og nú 5 ár eru liðin, er bólkurin aftur klárur at taka eitt tørn.

 

Við hugtøkunum spæligleði og passión, fóru limirnir inn í venjingarhølini í vetur, og nú eru teir klárir at hjúkla um tey kræsnu oyruni kring landið. Tey, sum minnast All That Rain, munnu minnast, at bólkurin framførir tónleikin kontant og passionerað. Og tað ger hann enn í dag - bara enn betri.

 

All That Rain leggur seg eftir at framføra nógvan nýggjan vælumtóktan tónleik, og hann ger tað við sínum egna kryddi.

 

All That Rain hevur gjørt avtalu við Rex um at framføra nakrar ferðir í 2012, og fyrstu ferð verður longu komandi leygarkvøld.

Eftir hettar leggur All That Rain leiðina til Danmarkar, har bólkurin fer at spæla til Ishøj Regatta, 9. juni. All That Rain hevur eisini fingið nýggjan bassleikara, Kristoffer Mørkøre, sum vit kenna sum ein av okkara fremstu tónleikaframleiðarum og úr eitt nú bólkinum Glóð.

 

Sostatt eru teir fýra, Henning, Rókur, Jóhan og Kristoffer klárir til at bjóða tær uppá gólv í Rex komandi leygarkvøld, og í Ishøj næsta leygarkvøld.

 

Manningin í All That Rain er:

Rókur Jákupsson Jakobsen - Sang

Jóhan Ziskason - Gittar

Kristoffer Mørkøre - Bass

Henning Hjalt Nicodemussen - Trummur

 

Hesum boðar bólkurin frá í dag.