ÚTGÀVA
Hann hevur verið við í einum ótali av útgávum, men ongantíð hevur hansara navn staðið einasamalt á húsanum. Men nú er øðrvísi. Kim Hansen hevur givið eina dupultfløgu við 37 sangum út.
- Skuldi eg fari undir at geva fløgur út, so mátti eg sleppa av við alt, eg havi liggjandi fyrst, sigur Kim Hansen.
Víðagitni tónleikarin hevur savnað alt, sum hann hevur sungið á útgávum og á nøkur demo løg, í hesari nýggju útgávuni.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Byrjaði at spæla
Tónleikurin hevur altíð fylt nógv hjá Kim Hansen. Sum tíggju ára gamal fekk hann sítt fyrsta ljómborð. Hann var bundin til eina koyristól, og tí fann onkur upp á ráð, og gav Kim eitt ljómborð. Og hann slepti ongantíð ljómborðinum og klaverinum. Fyrst við bólkum úr Nólsoy og seinni saman við øðrum bólkum hevur hann spælt eitt ótal av konsertum og partur av nógvum bólkum, teirra millum Taxi og Moirae, ið báðir hava vunnið Prix Føroyar.
- Mítt lív er tónleikur. Tað er tónleikur frá morgni til myrkurs, sigur Kim Hansen.
Elsti sangurin á fløguni kom á fyrsa sinni út í fløguni hjá Jóanes & Co. og kallast Story of Love.
- Eg arbeiddi á flakavirki síðsti í áttatiárunum. Eg fór í studio í Havn og nýtta allar pengarnar upp á at innspæla hendan sangin. Hann ljóðar ikki fantistiskt, men eg helt, hann skuldi við, sigur Kim Hansen.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Poppari
Nýggja dupultfløgan spennir rættiliga víða. Vit finna bæði sangirnar hja B68 og B36 eins og onkur jólasangur hevur sníkt seg uppí.
- Eg eri ein poppari, og hoyrist eisini aftur á fløgunum, sigur Kim Hansen.
Hann hevur í hyggju at geva fleiri fløgur út í næstum. À nýggju útgávuni er eitt spildurnýtt lag, ið kallast Something about you.










