All In tulka “Tú”

Leingið hevur verið gitt um, hvat lag dreingjabólkurin All In fóru at tulka, nú er greitt, at tað er Moirae sangurin “Tú”, ið teir hava innspælt í egnari útgávu.

Føroyska dreingjabólkurin All In, gjørdust kendir í fjør við sínari tulking av lagnum "Vanja" hjá Jákup Eli. Síðan tá, hevur verið stilt rundanum bólkin.  

Í gjár skuldu teir, so avdúka sítt nýggja videolag á Geytanum, og hóast lagið "Tú" bleiv víst á tiltakinum, so var tað ikki ein liðug útgáva av videolagnum.

Portal.fo hevði lovað, at bólkurin skuldi leggja lagið á teirra síðu í gjárkvøldið, men skuffaðir fjepparar, ið ikki høvdu atgongumerki til Geytan, máttu í song uttan vitan um, hvønn klassikara All In høvdu gjørt til sín egna. Bólkurin boðaði nemmiliga frá, at videolagið ikki var endaliga liðugt enn, og sostatt heldur ikki varð lagt á netið.

Nær videoin verður klár er ikki greitt enn, men Dánial Gomez, ið er ein av limunum sigur á Facebook, at tað verður sum skjótast.


Omanfyri sæst ein brellbiti fyri videolagið til "Tú"