Alkoholfrítt øl frá Føroya Bjór

– Vit hava bryggjað eina alkoholfría bjór, ið bert inniheldur 25 Kcal pr 100 ml og minni enn 0,5 % vol.

 

Tað skrivar Føroya Bjór í tíðindaskrivi. 

Alkoholfrítt bjór verður nógv drukkið í londum rundan um okkum.

 

– Eftir at hava fingið fleiri fyrispurningar, fóru vit í gongd við at bryggja og gera eitt íkast til hettar rákið. Frammanundan hava vit í nógv ár framleitt eina lætta og vistfrøðiliga bjór á 2,7% vol, ið fæst til keyps í matvøruhandlunum.

Tann alkoholfría bjórin er samansett við góðum malti og humlu og inniheldur fáar kaloriur. Bjórin skal drekkast køld og hóskar væl til føroyskan mat ella sum ein tostadrykkur.  

Fyri at kalla bjórina alkoholfría, skal alkoholprocentið ikki vera hægri enn 0,5 % vol. Hendan nøgdin verður nevnd rest alkohol.