Innflutningsbann
At russar nú seta bann fyri innflutningi av føroyskum alifiski, kemur ikki óvart á russiska konsulin í Føroyum, Árna Dam, sum eisini er stjóri í Faroe Agency, ið umboðar tey flestu russaraskipini, sum leggja í føroyska havn.
- Fyri tað fyrsta vóru russisku kanningarfólkini longu her í mei, og tí skuldi góð tíð verið at fingið hesi viðurskiftini upp á pláss. Fyri tað næsta fekk alivinnan longu tá at vita, og tað stóð heilt galið til nógvastaðni, og tí hevur ikki trotið við ávaringarklokkum. Hetta er sera óheppið fyri Føroyar, sigur Árni Dam.
Russiski konsulin er sera harmur um støðuna og hevur verið í samband við russisku ambassaduna í Danmark fyri at greiða teimum frá støðuni, men at tey onki kunnu gera fyri at loysa trupulleikan. Hesin má loysast í Føroyum.
- Tað er ongin ivi um, at arbeiðið við at gera ábøturnar hevur gingið alt ov seint, og eg meini tað er ov bíligt at siga, at talan er um bagatellir, sum russar finnast at. Tá man arbeiðir við slíkum, og tá talan er um nógvar pengar, ið standa upp á spæl, so ber ikki til at sløsa við reinførinum, sigur Árni Dam, sum sigur seg vita um, at tað hevur staðið ein rustað og skitin trillibør inni á einum virki, og hetta var natúrliga nakað, sum russar als ikki kundu góðtaka.
Spurdur um, hvat kann loysa upp fyri støðuni, so føroyska alivinnan aftur sleppur at útflyta alifisk til Ruslands, sigur Árni Dam, at tað einasta er at fáa rætta skeivleikarnar og at taka dialog upp við russararnar.
- Russsiski marknaðurin er spennandi, tí hann stendur í stórum vøkstri. Tí mugu við fáa viðuskriftini upp á plass beinanvegin, sigur Árni Dam.