Teir fyrstu 10 mánaðirnar av árinum hevur alivinnan goldið 33 prosent meiri og fiskaídnaðurin 3 prosent minni í lønum enn somu mánaðir í fjør Lønargjaldingarnar eru framhaldandi í vøkstri, og fyrstu 10 mánaðirnir av 2007 eru útgoldnar út ímóti 5,7 mia. í lønum. Hetta eru 445 mió. meira enn sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til ein vøkstur uppá 9%, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.
Sagt verður, at tað er framgongd í øllum vinnugreinabólkum. Serliga Privatu tænastuvinnurnar og Byggivinna og onnur tilvirking vaksa nógv, og hesir bólkar fáa hvør goldið heili 12% meira í lønum í ár, samanborið við í fjør.
Innan Fiskivinnu og aðra ráevnisvinnu er vøksturin 4%. Har er tað serliga alivinnan, sum er í vøkstri. Í hesum bólki eru lønirnar hjá Ali-og kryvjivirkjunum vaksnar 33%, meðan fiskiskapur hevur ein vøkstur á 3%.
Einasta stað, har beinleiðis minking kann staðfestast, er í fiskavøruídnaðinum, har lønargjaldingarnar minkað 3%, vísa tølini hjá Hagstovuni.