Alivinnan í Kile missir 14 milliardir

14 milliardir kr. eru í vanda í kilensku alivinnuni. Kreppan fer at verða djúpari, enn kreppan føroyska alivinnan var í. Alivinnan í Kile hevur stórar trupulleikar, flestøll alibrúkini hava dundrandi hall, tí verða leiðslurnar noyddar, at fáa nýggjar avtalur við teir, sum fíggja vinnuna, tað skrivar blaðið La Tercera.

Útlitini fyri ár 2009 eru eisini døpur, alivinnan er herjað av ILA, mett verður at øll alibrúkini í 2009 hava fingið sjúkuna.

Mett verður, at framleiðslan í Kile í 2009 fer at falla við 50%, tað ger, at øll alibrúkini, tey eru umleið 40, koma av hava stórt hall. Figgingastovnarnir eru hart kroystir, teir standa at missa 14 milliardir kr.

Í Kile arbeiða 55000 fólk í alivinnuni, nýggjastu tølini siga, at komandi ár missa 25000 kilebúgvar starv sítt í alivinnuni.

Arbeitt verður við at loysa stóru trupulleikarnar alivinnan er í, m.a. hava kilensku mynduleikarnir játtað, at verða við í eini bjargingarætlan, men spurningurin er um vinnan kann bjargast.

Ein ónevnd bankakelda sigur, at skulu bankarnir spæla við, so skulu eigararnir vísa í verki, bæði at teir kunnu koma við nýggjum peningi, men eisini at teir megna at loysa trupuleikarnar við ILA og sjúkum annars.