Aling
Føroya Havbúnaðarfelag hevði aðalfund í seinasta fríggjadag, har eitt nú ársfrágreiðing felagsins fyri farna ár varð løgd fram.
Í frágreiðingini vísir nevndin á, at føroyska framleiðslan av laksi og sílum fall nógv árini 2003- 2006.
- Tá framleiðslan var størst, var hon 56.000 tons, og tá hon var minst, var hon einans 18.000 tons (2006). Í 2007 vaks framleiðslan aftur, og samlaða tøkan var stívliga 30.000 tons.
Havbúnaðarfelagið sigur, at framleiðslan í 2008 helst verður eini 40.000 tons.
Góðir karmar
- Karmarnir um alivinnuna eru yvirhøvur góðir, og vinnan hevur seinasta árið víst nøkur góð úrslit, bæði tá ræður um vøkstur, felli og sjúkutilburðir, sum eingin hevur verið hava verið.
Felagið vísir á, at saman við sera góðum marknaðarprísi hevur hetta gjørt, at alivinnan hevur havt hampuliga góð úrslit í 2006 og 2007.
- Væntandi er, at útboðið av laksi á marknaðinum í Evropa í 2008 eins í 2007 fer at økjast. Hetta fer óivað at trýsta marknaðarprísin. Alisøgan sigur okkum, at prísurin sveiggjar sera nógv, men um føroyska vinnan megnar at hava ein burðardyggan rakstur og fyribyrgja sjúku, skuldi alivinnan klára at liva við teimum príssveiggjum, sum fara koma, heldur Havbúnaðarfelagið.
Útseting av smolti
Í ársfrágreiðingini verður víst á, at 9 miljónir fiskar vórðu settir út í 2007, og roknað verður við, at millum 9 og 10 miljónir fiskar verða settir út í 2008. Í 2009 verður roknað við, at talið fyri útseting verður heldur hægri, helst millum 10 og 11 miljónir fiskar.
- Vøksturin í framleiðsluni komandi árini fer at geva vinnuni avbjóðingar, men nevndin í felagnum er sannførd um, at vinnan í størri mun enn fyrr er før fyri at taka hesar avbjóðingar.
Lóggávan endurskoðast
Føroya Havbúnaðarfelag vísir á, at týdningarmestu málini, sum nevndin hevur arbeitt við í 2006, er eitt nú luttøka í arbeiðsbólki, sum endurskoðar alilóggávuna.
- Arbeiðið varð ikki liðugt undan løgtingsvalinum, og felagið hevur ikki fingið ábendingar, um hetta arbeiðið heldur fram, nú nýggj samgonga er skipað.
Víst verður á, at kunngerðin um fyribyrgjandi rakstur framvegis er undir endurskoðan.
- Vit hava havt hesa kunngerð til hoyringar nakrar ferðir, og felagið roknar við, at kunngerðin kemur aftur til hoyringar í næstum.
Felagið sigur, at rakstrarkunngerðin ásetir, at alivinnan skal rapporterað inn til myndugleikarnar elektroniskt.
- Hetta krav hevur havt við sær, at Havbúnaðarfelagið heitti á Maritec um at gera eitt dátuútflytingarmodul til “farm conrol”, soleiðis at nú ber til hjá vinnuni at senda hesar upplýsingar beinleiðis frá framleiðsluskrásetingarskipanini, sigur felagið.
Rognaveitarar
Í 2007 setti Havbúnaðarfelagið í verk eina kanning av rognaveitarum í Noregi, Íslandi og Skotlandi.
- Vit meta, at eitt tað veikasta liðið í føroysku sjúkutilbúgvingini eru rognini. Rogn verða innflutt, og eingi serlig krøv verða sett, tá ræður um sjúku.
Havbúnaðarfelagið ber nevniliga ótta fyri, at sjúka kann verða innflutt til Føroya við rognum. Stórir trupulleikar eru við eitt nú PD og HSMB í grannalondunum.
- Vit vilja ikki hava hesar sjúkur hendavegin. Arbeiðsbólkurin, sum kannaði hetta, hevur latið Havbúnaðarfelagnum eina frágreiðing um sjúkustatus og genetiska støði á rognum úr grannalondunum, sigur felagið.
Starvsfólk í vinnu
Í februar í fjør skipaði Havbúnaðarfelagið fyri einum tiltaki fyri starvsfólki í alivinnuni.
- Hetta tiltak var væleydnað og fekk stóra undirtøku. Í februar í ár skipaði felagið aftur fyri aliráðstevnu, og aftur hesaferð í var undirtøkan stór.
Havbúnaðarfelagið heldur, at slík tiltøk hava alstóran týdning og eru ein av uppgávunum, sum felagið eigur at átaka sær fyri at økja um førleikan í vinnuni.
- Sum kjakast var um á seinasta aðalfundi, hevur Havbúnaðarfelagið havt ein meira virknan leiklut í altjóða høpi. Felagið er limur í FEAP, og hevur nevndin avgjørt at størri orka skal leggjast í hetta samstarvið.
Vinnan væl fyri
Havbúnaðarfelagið sigur, at alivinnan er sum heild væl fyri, og úrslitini seinastu árini eru sera góð.
- Vinnan er umskipað síðan seinastu kreppuna, og útlitini eru góð. Karmarnir um vinnuna er góðir, og hevur alivinnan ein skynsaman rakstur, har neyv framleiðslustýring er.
Felagið heldur, at nú alivinnan byggir á góðar karmar og nærlagni, sum tikið verður til, er alivinnan í dag burðardygg.
- Hetta sæst aftur í avrikinum, tí fiskurin veksur sera væl og hevur sera lágt fellið. Saman við sera høgum marknaðarprísum skapti bæði 2006 og 2007 høgt avkast í alivinnuni. Alivinnan er í dag ein framleiðin vinna, sum nú er komin væl upp undanaftur frá kreppuárunum 2002-2005, sigur Havbúnaðarfelagið.