Niklái Petersen
????????????
Neyðugt er við sjálvrannsakan innan alivinnuna, so at tað bæði lívfrøðiliga og vistfrøðiliga gongur hond í hond.
Undir øllum valstríðnum og nú hoyrist javnan, at um alivinnan fær meira útlendskan kapital, og man fær koppsett ímóti ILA, so loysir man teir stóru trupuleikarnar í alivinnuni. Gamaní hjálpir tað tann rætta vegin, men tað loysir ikki allar trupuleikar, og so langt frá tí.
Alneyðugt er við sjálvrannsakan og einari eftirmeting av allari alivinnuni, soleiðis at vit framyvir ikki gera teir somu feilir, ið vit hava gjørt. Sjálvsagt hevur ein trilvan verið í hesi vinnu, sum í øllum øðrum nýggjum vinnum.
Sjúkurnar, ið hava verið í alivinnuni, kundu uttan iva verið nógv meira avmarkaðar, um man tók størri fyrilit fyri, hvat ið náttúran klárar at sodna. Eg hugsi, at mangur alari má ásanna, at neyðtøka av náttúruni gevur afturljóð so tað battar.
Spurningar, ið eiga at setast, eru fyrst og fremst hvat lívfrøðiliga og vistfrøðiliga er ráðiligt í teimum ymisku økjunum, hvussu er reinførið á botni undir alibrúkunum, hvussu tíðum skal reinsast og takast upp undan alibrúkunum, hvussu nógv skal vera í hvørjum ringi o.s.fr., snøkt sagt eina nógv betri røkt á alibrúkunum.
Tað kemur rímiliga nógv skarn undan fleiri túsund tonsum av fiski, og verður eitt økið ikki røkt nóg væl, so er smittuvandin nógvar ferðir størri, enn um røktin av økinum er fyrsta floks.
Vit eiga at seta okkum sjálvum nógv strangari krøv, hvat tí viðvíkur og fylgja teimum upp. T.d. kundi best røkta alibrúk í Føroyum fingið eitt herðaklapp og/ella eina viðurkenning, nøkurlunda á sama hátt sum best røkta bygd í Føroyum fær. Vit mugu og skulu nýta vanligt vit og skil, um vit skullu dríva eina alivinnu á skilagóðan hátt í framtíðini.
Ivist onga løtu í, at um vit fylgja slíkum krøvum - og tað verður neyðugt framyvir, so verður alivinnuni lív laga.
Smoltstøðirnar
Nú væl minni av laksasmolti verður útsett komandi árini, og fleiri smoltstøðir leggja stilt, er av stórum týdningi, at menn fara at fáast við aðra aling, so at smoltstøðirnar kunnu haldast ígongd.
Tað skuldi borið væl til at alt krækling, jákupskjel, steinbýt, kalva o.a., eitt samstarv millum allar góðar kreftir í Føroyum eigur at bera ávøkst.
Fiskaaling við Áir, Fiskivinnuskúlin í Vestmanna, fóðurframleiðarar, alarar, peningastovnar o.a. eiga at stinga høvdini saman og fáa eitt skilagott úrslit burturúr, allari alivinnuni at gagni.