Alivinnan 40% av útflutningsvirðinum

Hagstovan er nýligani komin út við útflutnings hagtølunum fyri 1. ársfjórðing 2011. Tølini vísa at alivinnan er vorðin enn meira týdningarmikil partur av føroyska búskapinum. Í 1. ársfjórðingi í 2011 stóð alivinnan fyri yvir 40% av samlaða føroyska útflutningsvirðinum. Føroyskur alilaksur er harvið nógv tann størsta útflutningsvøran hjá Føroyum.

Útflutningurin av alilaksi vaks við 56% í virði 1. ársfjórðing 2011, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Eftirspurningurin úr USA eftir føroyskum laksi veksur enn. Í 1. ársfjórðingi 2011 fór yvir 30% av føroyska laksinum til USA, hetta kann samanberast við 25,9% í 2010.

Marknaðurin við størstu framgongdini er Kina. Nógv hevur verið tosa um kinesiska marknaðin seinastu tíðina og nú sæst tað eisini aftur á hagtølunum. Útflutningurin til Kina er øktur nógv. Samlaða útflutningsvirði til Kina í 2010 var 3,7 milliónir kr, meðan útflutningurin 1. ársfjórðing 2011 var heili 13,3 milliónir kr. Hetta ger Kina til 6. stórsta marknaðin fyri føroysku alivinnuna.