Alivinna-kapitalur

    

Seinastu tíðina hava fleiri bankastjórar víst á, at alivinnuni tørvar kapital. Øll alivinnan er um at fara á húsagang.
Long tíð er síðan ILA varð staðfest fyrstu ferð. Tí meini eg avgjørt, at orsøkin til støðuna er, at alt ov nógv er sett út. Vinnan hevur expanderað meira enn eginpeningurin upp á uml. 5-600 mió. kundi bera. Váðin var heilt einfalt ov stórur. Men tað er sjálvandi lætt at siga í dag.
Okkurt má gerast. Men ivi tykist verða um, hvør hevur ábyrgd og eigur at taka um endan. Bæði fyrrverandi og núverandi løgtingslimir vísa á, at bankarnir eiga ábyrgdina. Tað skilji eg ikki rættuliga.
Uppgávan hjá bankum er at forrenta pengar, sum palliba o.o. hava lánt bankunum. Hetta gerst bert um lænt verður til fyritøkur og persónar, sum gjalda lán aftur við rentum. Taka bankarnir ábyrgd fyri samfelagnum og geva lán uttan at fáa pengarnar aftur, er tað ikki bankarnir, men palliba o.o. sum gjalda.
Um Bankarnir heldur velja at lækka innlánsrentuna, taka tey, sum hava innlán sínar pengar út. T.d. gera Arbeiðarafeløg pensjónsavtalur uttanlanda. Tryggingarfeløg keypa Obligatíonir ella partabrøv uttanlanda. Úrslitið er, at bankarnir ongar pengar hava at lána út.
Hækka bankarnir útlánsrentuna, velur palliba bíliga útlendska bilfígging frá bilhandlarum. Úrslitið av hesum er, at bert tey, sum ikki gjalda lán aftur, biðja um lán.
Havast skal eisini í huga, at bankar ikki kunnu taka okursrentu tá tað gongur væl, fyri at geva aftur tá tað gongur minni væl.

Tekur Føroya Løgting ábyrgd?!
Løgtingslimir kunnu gera ymiskt. T.d. taka ábyrgd fyri tí lóggávu, teir sjálvir hava gjørt.
Bankarnir hava fleiri ferðir víst á, at um aliloyvi kundu verið sett í pant hevði tað økt um møguleikarnar fyri fígging.
Útlendingar kunnu í mesta lagið eiga 33%. Hetta er ein forðing fyri at kapitalur kemur í vinnuna.
Landið gav aliloyvir gratis, ókeypis, forerandi fyri einki, til ávísar persónar. Alt framtíðarvirðið av alivinnuni er tí avreitt til nøkur útvald, sum við vinningi hava selt aliloyvir. Hetta er við til at drena vinnuna fyri milliónir í likviditeti.
Havi ikki nakra meining um, hvat rættast er at gera. Men mál, sum hava stóran týdning fyri samfelagið enda sum oftast í landskassanum. Ikki bara í Føroyum. Hetta hendur, sjálvt um øll (uttan fólkaflokkurin?) eru samd um, at har hoyra tey ikki heima. Livst so spyrst.