Løgtingið er farið undir at viðgera fimm lógarbroytingar í lógum innan almannaøkið. Í fleiri førum er talan um tekniskar broytingar.
Júst nú snýr tað seg um umsiting av pensjónum hjá fólki, sum ikki sjálvi megna at umsita pensjónirnar. Tað finst ein heimild, sum gevur almannaverkinum loyvi at útgjalda eftir tørvi, men nú er ætlanin at broyta lógina, so almannaverkið eisini avger, hvussu viðbótirnar verða útgoldnar.
Fýra aðrar lógarbroytingar eru, men spenningurin í dag er fyrst og fremst um álitini frá trivnaðar- og rættarnevndini um hjúnarbandslógina.
Álitini snúgva seg um, hvørt samkynd skulu sleppa at giftast borgarliga.