Álitið er bert eitt akademiskt øvilsi

- Álitið um fátækramark er bara hálvliðugt. Man ger ikki tað, ið man er biðin um at gera, og tí vil eg ikki leggja navn til, sigur Sonja Jógvansdóttir

- Álitið um fátækramark er bara hálvliðugt. Man ger ikki tað, ið man er biðin um at gera, og tí vil eg ikki leggja navn til, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtak, hevur verið við í arbeiðsbólkinum síðani byrjan á heysti í 2012. Hon valdi tó at taka seg burtur úr arbeiðnum so seint sum sunnudagin, bara fáar dagar áðrenn álitið um eitt føroyskt fátækramark skuldi handast landsstýriskvinnuni í almannamálum.

 

Sonja Jógvansdóttir eftirlýsir ítøkilig tilmæli um, hvussu viðurskiftini hjá fólki, ið liva undir fátækramarkinum, kunnu bøtast.

 

- Hetta álitið leggur bara upp til fleiri, akademisk øvilsi, sigur Sonja Jógvansdóttir og heldur fram:

 

- Í staðin burdi arbeiðsbólkurin brúkt sína orku til at farið niður í trupulleikarnar hjá teimum í okkara samfelag, sum vit longu nú vita, hava tað trupult, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

Samskiparin í Samtak dregur ein parallel til eitt annað álit, nevniliga heildarætlanina um fólkaflyting og fólkavøkstur, sum kom í apríl í fjør. Tað álitið hevði 37 ítøkilig átøk, øll við eini kostnaðar- og tíðarætlan.

 

- Alt ov fá amboð eru í hesum álitinum um føroyskt fátækramark. Fundamentið er alt ov veikt. Samanumtikið haldi eg ikki, at man hevur tikið støðuna hjá borgarum, sum eru í fíggjarligari trongstøðu, í nóg stórum álvara, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

Samskiparin hjá Samtak óttast, at álitið tí endar í eini skuffu, uttan at nakað meira kemur burturúr.

 

- Vit høvdu ein fornemman møguleika at geva politikarum eitt ítøkiligt amboð at arbeiða víðari við. Men tað haldi eg ikki, at man ger við hesum álitinum, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

Hoyr samrøðu við Sonju Jógvansdóttir við at trýsta á pílin undir myndini.

 

 

Les eisini: Tað eru 1555 fátøk í Føroyum

 

Les eisini: Arbeiði eingin trygd móti fátækradømi

 

Les eisini: Foreldur fangað í fátækrafellu

 

Les eisini: Stakir uppihaldarar eru fátækast

 

Les eisini: Pensjónistar ikki í fátækraváða

 

Les eisini: Álit um fátækramark handað landsstýriskvinnuni