Hondbóltssambandið og Marine Harvest hava í dag skrivað undir avtalu, sum er við til at tryggja landsliðsarbeiðið hjá HSF næstu tvey árini. Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Faroes, sum er dóttirfelag hjá Marine Harvest, var á skrivstovuni hjá HSF í dag og skrivaði undir sáttmálan saman við starvsnevndarformanni HSF´s Kristian Johansen.
HSF fegnast um nýggja samstarvið, sum gevur landsliðshondbóltinum í Føroyum møguleikan at mennast víðari og røkka teimum málum, sum eru sett út í kortið.
Marine Harvest er heimsins størsta alifyritøka og hevur fyritøkan virksemi í 22 londum, harímillum eisini í Føroyum, og framleiðir fyritøkan áleið fjórða hvønn laks í heiminum.