Alingin má longri út

Norsku umhvørvisfelagsskapirnir krevja nú, at alistøðirnar verða fluttar longri út á firðirnar og burtur frá áunum.

Kravið kemur, eftir at granskarar á lærda háskúlanum í Bergen hava funnið ta herviligu sjúnuna ILA hjá villum sílum í norskum áum. Granskararnir siga, at sílini eru smittukelda, og tá alilaksur, sum stendur tættur í ringunum, fær virusið, broytast arvaeginleikarnir við tí úrsliti, at virusið elvir til sjúku og smittar uppaftur verri.

Umhvørvisfelagsskapirnir eru ímóti at vaksinera laks ímóti ILA, soleiðis sum eitt nú norskir og føroyskir alarar hava mælt til. Felagsskapirnir siga, at vit vita ov lítið um, hvørji hjááring vaksineringin kann hava við sær. Ístaðin mæla teir til at flyta alistøðirnar longri út á firðirnar og burtur frá áunum.