- FAO hevur sagt, at eftirspurningurin eftir fiski í ár 2030 verður 37 miljónir tons størri enn í dag. Aling er svarið, segði Jacob Vestergaard, tá hann setti aliráðstevnuna Rættiliga nógv fólk var til setanina av aliráðstevnuni á Hotel Føroyum í morgun, sum Føroya Havbúnaðarfelag og Vinnuhúsið skipa fyri.
Tað var Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum setti stevnuna.
Hann nam í síni setanarrøðu við veksandi eftirspurningin eftir fiski.
- FAO, sum er matvørustovnurin undir ST, hevur sagt, at eftirspurningurin eftir fiski í ár 2030 verður umleið 37 miljónir tons størri enn í dag.
Hann vísti á, at vanligur fiskiskapur ongan møguleika hevur at nøkta henda tørv, og tí er aling av fiski svarið upp á henda alsamt veksandi eftirspurning.
Jacob Vestergaard segði, at føroyska alivinnan hevur havt ein markantan vøkstur í útflutningi av alifiski síðan kreppuna.
- Útflutningsvirði nærkaðist soleiðis einari miljard krónum í 2008, legði hann aftrat.
Alivinnan hevur sum heild ment seg sera nógv seinastu árini, og talan er soleiðis um eina vinnu í stórari framgongd, har ognarviðurskifti, stødd, framleiðslutøkni, staðsetingar og rakstrarhættir eru í støðugari broyting.
Landsstýrismaðurin segði, at málið, sum politiski myndugleikin sær fyri sær, er, at Føroyar skulu gerast millum fremstu ali- og matvøruframleiðslutjóðir í heiminum, tá ræður um dygd og avkast.
- Føroysku alararnir hava veruliga lagt seg í selarnar at gerast heimsins bestu alarar, segði Jacob Vestergaard.