Alina Olaru fer komandi kappingarár at spæla hondbólt við Tjaldrinum, eftir at hava verið í Klaksvík í nøkur ár. Í tíðindaskrivi, sum Tjaldrið sendi leygardagin, verður sagt, at sáttmáli er skrivaður við spælaran, sum seinnu árini hevur verið ein tann fremsta í føroysku kvinnudeildini. Tjaldrið spælir í 1. deild komandi kappingarár, men málið hjá felagnum er at koma upp í SunSet-kappingina. Og fyri at røkka hesum málsetningi hevur felagið nú styrkt seg við Alinu Olaru.