Alina aftur í Tjaldri

Alina Olaru, sum í fjør var týðandi partur av FM-liðnum hjá Tjaldri, verður nú aftur at síggja í felagnum

Hondbóltur

Seinnu árini hevur Alina verið ein av allar fremstu spælarunum í føroyskum kvinnuhondbólti, men tá hon gjørdist við barn í fjør, steðgaði hon við hondbóltinum, so skjótt sum FM-heitið við Tjaldri varð vunnið.
Nú er hon so smátt byrjað at venja aftur, og í Tjaldri ivast tey ikki í, at hon kann gerast ein sera góður fongur hjá liðnum.
Tjaldur hevði við ársbyrjan fýra útlendingar á liðnum, og tað er bert loyvi at nýta tríggjar í hvørjum dysti.
Marinela Patru er tó farin av landinum, og Adea Burcea er fyri tað mesta á beinkinum, meðan Guðrun í Lágabø stendur í málinum, og tí verður ikki roknað við, at tilgongdin av Alinu Olaru skapar nakrar trupulleikar í so máta.