Seinnapartin í dag tók ein kranabilur hjá Hans Egili Joensen á Eiði henda glastrevjabátin upp í Lamba.
in.fo veit ikki, hví báturin er sokkin, men úr Lamba verður sagt, at báturin hevur verið virkin á Lambavík í dag.
Tað er alifyritøkan Bakkafrost, sum eigur bátin, ið er einar 30 føtur stórur.
Myndina tók Magnus Djurhuus Joensen.