Ali Celebi koyrdur frá sum stjóri á Trygd

Nevndin í Trygd sigur í tíðindaskrivi, at avtala er gjørd við stjóran um at fara úr starvi, tí at semja ikki hevur verið um fremjanina av virkisætlan felagsins Eftir avtalu við nevndina hevur Ali Celebi, sum hevur verið stjóri á Trygd síðani 2005, gjørt av at fara úr starvi frá 1. juli 2007 at rokna. Orsøkin til at Ali fer úr starvi er, at tað ikki hevur verið semja um fremjanina av virkisætlan felagsins. Soleiðis sigur nevndin í Trygd í tíðindaskrivi.

Fyri tveimum døgum síðani spurdu vit Janus Petersen um nakað var í tíðindunum um, at stjórin í Trygd hevði fingið sekkin. Tá segði Janus Petersen seg einki kenna til málið - og hann hevði als einki hoyrt um, at Ali Celebi hevði ætlanir um at fara frá.

Sum skilst hevur nevndin bert bíðað eftir, at Ali Celebi skuldi koma aftur av uttanlandsferð fyri at geva honum møguleikan sjálvur at ?siga upp?.

Janus Petersen, nevndarformaður sigur í tíðindaskrivi í morgun, at nevndin takkar Ali Celebi fyri tíðina hann hevur arbeitt fyri felagið. Hesi tvey árini hann hevur verið stjóri hava úrslit felagsins verið nøktandi, sigur hann.

Trygd fer nú at søkja eftir nýggjum stjóra til felagið. Í tíðini fram til at nýggjur stjóri er funnin, verður virkandi stjóri settur.