Alheimsgerðin ella útbreiðslan av fríum marknaðarbúskapi og nýggjari tøkni, hava havt stóran búskaparligan vøkstur við sær, men skuld, fátækradømi og øktur ójavni eyðkenna eisini somu alheimsgerð. Í nógvum londum verður økta fátækradømi nýtt sum umbering fyri brot á mannarættindini. Tað gongur ikki, øll lond hava skyldu til at syrgja fyri, at mannarættindini hjá sínum borgarum ikki verða brotin.
28. mai varð Amnesty 40 ár, og føðingardagar geva okkum eitt gott høvi at lýta aftur á tey úrslit, sum eru fingin til høldar, men hetta høvi eigur eisini at verða nýtt til at hyggja at, hvussu heimurin er broyttur hesi árini. Í ársfrágreiðingini hjá Amnesty sæst, at tað ikki bara eru umboð fyri heimsins stjórnir, sum standa aftanfyri brot á mannarættindini.
Tá gjørt verður upp, sæst skjótt at vælvápnaðir hálvhernaðarligir mótstøðubólkar standa aftanfyri ein alsamt vaksandi part av mannarættindabrotunum. Og stjórnir gera mangan onki, tá privat fólk standa aftanfyri brotini. Hetta sæst t.d. tá talan er um ærudráp í familjum, ella tá talan er um umskering av smágentum.
Í ársfrágreiðingini verður víst á, at fólk verða tikin av døgum, uttan at málini hava verið tikin til dóms í 61 londum. Í 28 londum verður deyðarevsing nýtt sambært landsins lógum. Samvitskufangar sita fastir í minst 63 londum. Torturur ella onnur píning er fráboðað úr 125 londum, meðan ?hvørvingar? koma fyri í 30 londum. Veruligu tølini eru uttan iva nógva ferðir størri.
Hóast heimsins stjórnir á papírinum hava tikið mannarættindini til sín, so eru tær ikki nógvar, sum í veruleikanum halda mannarættindini. Í nógvum londum verða raðfestingarnar hjá fleiritjóða handilsfeløgum og trýst frá altjóða fíggjarstovnum nýtt sum vánalig grundgeving fyri, at stjórnirnar ikki klára at syrgja fyri, at mannarættindini hjá borgarunum verða hildin. Men flest allar stjórnir bæði kunnu og skulu gera nógv meir: Tær kunnu verja arbeiðarar ímóti ringastu misnýtsluni; tær kunnu fara í hernað ímóti ringastu korruptiónini, sum mangan hava við sær, at rættartrygdin er vánalig: tær kunnu syrgja fyri, at mannarættindabrot ikki sleppa at verða órevsaði, og tær kunnu halda uppat við at leggja eftir teimum, sum virka til frama fyri mannarættindini.
At vísa á, at stjórnir um allan heim hava skyldu at virða og verja mannarættindini hjá borgarum sínum, er enn sum áður høvuðsuppgávan hjá Amnesty. Er politiski viljin til staðar, hava stjórnirnar eisini valdið til at syrgja fyri, at mannarættindini verða hildin, líkamikið hvussu stórt trýstið uttaneftir er. Tí er ábygdin hjá stjórnunum framvegis í miðdeplinum.
Tey nýggju mannarættindamálini, sum stava frá alheimsgerðini, hava økt nógv um arbeiðið hjá Amnesty. Eitt dømi um hetta er arbeiðið, sum Amnesty í dag ger í handilsvinnuni. Har verður trýst lagt á fyritøkur, fyri at fáa tær at átaka sær størri leiklut tá mannarættindi skulu verjast. Serliga fyritøkur, sum arbeiða, har nógv mannarættindabrot verða framd, eiga at taka lut í arbeiðinum.
Í fjør heiti Amnesty serliga á altjóða gimsteinaframleiðarar og sølufyritøkur í eini roynd at syrgja fyri, at gimsteinar úr krígsherjaða Sierra Leone ikki komu á altjóða marknaðin. Amnestylimir mótmæltu uttanfyri gimsteinahandlar í USA, og aðrir limir luttøku í kjaki við Hoge Raad voor Diamant í Antwerpen og DeBeers-bólkin, sum er heimsins størsta gimsteinafyritøka. Á sama hátt bað Amnesty altjóða oljufeløgini, sum hava áhugamál í Sudan, taka mannarættindaspurningin upp við sudanesisku stjórnina, og at syrgja fyri, at mannarættindini í øllum førum vóru hildin í teirra felagi.
Amnesty International hevur avdúkað, at altjóða handilin við amboðum, sum eru ætlaði til at geva elektriskt stød, er øktur øll 90?árini. Síðstu tvey árini hava í minsta lagi 150 fyritøkur í 22 londum framleitt slík vápn. Amnesty arbeiðir fyri at forboð verður sett ímóti at nýta løgreglu- og trygdarútgerð, sum í síni heild eru ræðulig, ómenninskjanslig og eyðmýkjandi.
Møguligi tvídrátturin ímillum stembanina eftir at vinna pening og stembanina at verja mannarættindini hevur havt við sær, at Amnesty hevur vent sær til Heimsbankan og aðrar altjóða fíggjarstovnar við sínum sjónarmiðum. Hetta er serliga gjørt, tí bankin hevur stóra ávirkan á, hvat verður sett á bæði politisku og tjóðarbúskaparligu dagskránna í teimum londunum, sum bankin samstarvar við. Hesum arbeiðinum fer Amnesty at halda fram við fyri at tryggja, at mannarættindini fáa ta høgu raðfestingina, sum tey natúrliga eiga hjá Heimsbankanum.
Síðani Amnesty varð stovnað fyri 40 árum síðani, er heimurin nógv broyttur. Tað eru málini, sum Amnesty arbeiðir fyri, sjálvandi eisini. Tað kann mangan tykjast, sum at mótstøðan ímóti mannarættindunum er øgilig, men tann uppreisturin ímóti hesum órættvísi, sum fyri 40 árum síðani hevði við sær, at Amnesty International varð sett á stovn, hevur framvegis við sær, at fólk í milliónatali halda fram við at leggja trýst á alheims stjórnir í strembanini eftir einum betri heimi fyri øll; utopia er ikki beint framman stavn, men tað eru broytingar rætta vegin.