Alheims kvinnur hittast til bøn

Hoyvík: Altjóða kvinnubønardagurin verður í Hoyvíkar kirkju 2.mars, har allar kvinnur eru bodnar til eina felagskristiliga guðstænastu.

Kvinnubønardagurin er ein heimsumfatandi og felagskristiligur bønardagur, har kvinnur úr øllum heiminum koma saman at biðja. Í dag eru meir enn 170 lond við í bønarfelagsskapinum.
Í Føroyum eru 10 samkomur umboðaðar, her Fólkakirkjan gjørdist limur í fjør.
Kvinnubønardagurin hevur hvørt ár eitt evnið, og í ár er tað: “Lat rættvísi sigra”. Hetta er eitt evni, sum kvinnurnar í Malaysia hava lagt til rættis.
Meir fæst at vita við at vitja heimasíðuna hjá kvinnubønardegnum www.worlddayofprayer.net ella at venda sær til ein av limunum í nevndini.