Algeria sleppur undantaksstøðuni

Í 19 ár hevur undantaksstøða verið í Algeria, men nú sigur uttanríkisráðharrin, Mourad Medelci, at undantaksstøðan verður sett úr gildi um nakrar dagar.

-Tað ber í sær, at Algeria vendir aftur til skipanina, sum gevur fólki tali- og skrivifrælsi innan fyri lógarinnar karmar, sigur ráðharrin við AFP.

Í seinastuni hava fleiri mótmælistiltøk verið ímóti stýrinum í Algeria, har fólk hava kravt somu broytingar sum í Tunesia og Egyptalandi. Um vikuskiftið vóru aftur mótmælistiltøk.

Algerski forsetin, Abdelaziz Bouteflika, segði fyrr í mánaðinum, at undantaksstøðan bleiv sett úr gildi um stutta tíð.