Eitt land, sum tó ikki er so øgiliga kent fyri føroyingar, er Portugal. Portugal er eitt vakurt land, og fólkini í landinum gera alt fyri, at tú skalt føla teg vælkomnan.
Eitt av kendastu ferðamannastøðunum í Portugal man vera Algarve, sum liggur í suðurendanum av landinum. Algarve er serliga kent fyri sínar vøkru strendur, og veðrið á staðnum er altíð gott um summarið. Sólin bakar mest sum hvønn dag av einum klárum himli, og túsundtals ferðafólk eru hvønn dag at finna á teimum mongu strondunum.
Býirnir við strendurnar í Algarve eru tó eisini fullir av handlum við alskyns vørum. Til ber eisini at íðka flestu ítróttagreinarnar á staðnum. Har finnast smáir fótbóltsvøllir, tennisvøllir, flogbóltsvøllir umframt mangt annað.
Harafturat er ein ørgrynna av góðum matstovum á staðnum, og hetta eru sera ymiskar matstovur, so tær nýtist ikki altíð at eta tað sama.
Dámar tær at ganga úti um kvøldarnar, so eru nógvar góðar barrir, góðar pubbir og góð diskotek, har tú kanst fara inn.










