Alfred heilsaði Randi vegna kommununa

Nýggjur bátur

Sum siður er, stóð kommunan fyri móttøkuni, tá ið nýggi trolbáturin, Randi hjá Jens Jacob Olsen, fyri fyrstu ferð legði til bryggju á Toftum hósdagin. Við tað, at borgarstjórin, Símun Johannesen, var upptikin í øðrum ørindum, fall tað kommunuskrivaranum og løgtingsmanninum, Alfredi Olsen, at siga nøkur orð við móttøkuna.
Alfred beyð í fyrsta lagi bátinum vælkomnum og helt fyri, at tað altíð er ein hátíðardagur, tá ið nýtt skip kemur til bygdina. - Tað gleðir okkum øll at síggja hetta stásiliga skipið koma til kommununa, og tað frøir okkum, at tað framvegis eru menn og kvinnur, sum hava áræði at fara undir slík tøk, sum tað altíð er at fáa sær nýtt skip.
Hann segði, at slíkt áræði og trúgv á framtíðina hevur góða ávirkan á øll, tí við hesum fáa fólk íblástur og dirvi til at møta komandi døgunum við øllum tí, sum framtíðin nú einaferð gevur.
- Eg vil bjóða Randi vælkomnum til bygdina við ynskjum um, at hetta stásiliga skip fær eina fiskaríka framtíð. Harrin signið skip, manning og reiðarí, segði Alfred Olsen.