Handil
Vinningurin, sum Kioskin við Toftagjógv hevur burturlutað, er eitt lítið kuldaskáp, sum bæði kann brúkast til 220 og 12 volt. Tað merkir, at skápið kann brúkast í bili, báti ella heima við hús.
Tað er Napoleon Hansen, sum saman við konuni, Birgit, eigur og rekur kioskina.
Tá tú hevur keypt ein franskan hotdog og hálvan litur coca-cola, hevur tú fingið ein seðil í kioskini, sum tú hevur fylt út við tínum navni og telefonnummari. Síðan er seðilin lagdur í ein kassa og er við í lutakastinum.
Í morgun klokkan 11 skuldi dragast um vinningin og tann, sum stóð fyri hesum drátti, var eingin minni enn løgtingsmaðurin, Alfred Olsen.
Napoleon Hansen sigur, at tey hava selt fleiri franskar og fleiri coca-cola, síðan tað gjørdist greitt, at fólk høvdu høvi at vinna kuldaskápið.
- Vit hava leingi selt franskan hotdog, og hetta er ein vøra, sum gongur væl. Tað eru bæði fólk her úr økinum og fólk úr øðrum bygdum, sum hyggja fram við og keypa hjá okkum.
Hann sigur, at við í hesi kapping um kuldaskápið eru eisini tey, sum hava keypt sær kjøtbitar, ið kioskin eisini selir.
- Hetta er kjøtfars, ið verður gjørt sum pinnar, og tá fara tveir slíkir til eitt breyð. Aftur við hesum keypa fólk sær eisini hálvan litur av sodavatni - og hava tey eisini verið við í kappingini, sigur hann.
Manningar keypa
Ungdómurin telir nógv í viðskiftafólkunum hjá Kioskini við Toftagjógv, men gjøgnum dagin vitja eisini nógv vaksin.
Nógv arbeiði er á havnalagnum á Toftum, og eitt nú er landingarmiðstøð, sum millum ár og dag dregur nógv skip til økið.
- Fiskimenn keypa javnan hjá okkum. Vit hava ymiskt, sum teir kunnu hava við sær umborð – ella heim við, eitt nú bløð, sjampo, tannkrem, handskar – umframt vanligu kioskvørurnar, sigur Napoleon Hansen, kioskeigari.