Við Alfred Olsen sum flaggberara ganga tingmenninir í Eysturoynni undan í uppmøtingini í løgtinginum. Í miðal er hvørt umboð haðani burturi frá 1,1 løgtingsfundi.
Sosialurin førdi í gjár protokoll í løgtinginum fyri seinna hálvár í fjør, og uppgerðin, sum er grundað á gerðabókina hjá løgtinginum, vísir, at tað eru ymiskt, hvussu tingmenninir úr teimum ymsu valøkjunum skulka í miðal.
Tey sjey umboðini úr Eysturoynni førsømdu bara ein tingfund í miðal síðsta hálva ári.
Í hinum endanum eru sandoyingar og suðuroyingar.
Tað er viðbrekið at rokna miðaltal í teimum smáu valøkjunum, tí tey hava bara tvey umboð, men skal miðaltal roknast í Sandoynni, forsømdu tey bæði umboðini í miðal 6 fundir síðsta hálvár. Hjá suðuroyingum var miðaltalið 5,25 fundir.
Løgtingsfólkini í Vágum og Norðstreymoy kunnu koyra til høvuðstaðin, men forsøma tó meira enn eysturoyingar. Tingmenninir úr Vágum skulkaðu í miðal 4 fundir síðsta hálvár, og tey trý úr Norðstreymoy 3 fundir.
Í hølunum á eysturoyingum, sum hava staðfest sína skikkiligu støðu í løgtinginum, koma norðoyartingmenninir og tey úr høvuðsstaðnum.
Tað er merkisvert, at norðoyingar, sum bæði skulu sigla og koyra fyri at koma til arbeiðis, møta betur upp enn tingfólkini, sum búgva í høvuðsstaðnum.
Miðaltøl
Miðaltalið fyri skulking í tinginum niðanfyri er roknað sum fráverudagar fyri hvørt løgtingsumboð. Fráveran er fyri seinna hálvár í 2004:
Sandoy: 6 fundir pr. tingfólk
Suðuroy: 5,25
Vágar: 4
Norðstreymoy: 3
Suðurstreymoy: 2,8
Norðoyggjar: 2,5
Eysturoy: 1,1