Stóra, svenska fyritøkan Alfa Laval kunngjørdi í gjár, at hon fer at siga 1.000 av sínum medarbeiðarum úr starvi tær næstu vikurnar. Alfa Laval hevur umleið 12.000 fólk í arbeiði í 26 londum, og 300 av teimum, sum fáa uppsagnarbræv í næstum, arbeiða hjá deildini í Svøríki. Við uppsagnunum fer fyritøkan at spara umleið 400 milliónir svenskar krónur um árið. Leiðslan í Alfa Laval sigur, at virksemið er minkað nógv orsakað av fíggjarkreppuni og serliga í Eysturevropa og Asia.









