Tað er væl kunnaða Sky Sports, ið ber á mál, at Edin Dzeko hjá Manchester City skal spæla við AS Roma.
Dzeko og Roma eru eftir øllum at døma samd um persónligu viðurskiftini hjá Dzeko, men tó mangla Roma og Manchester City at semjast um ein keypsprís fyri bosniska framherjan, skrivar Sky Sports.
Italska Football Italia sigur seg vita, at Roma hevur játtað at keypa Dzeko fyri 150 milliónir, men City vil hava 75 milliónir krónur meira enn hetta.
Um Dzeko verður Roma-leikari, so er hann ikki einasti leikari, úr skiftir úr Premier League til italsku Serie A. Í gjár kunngjørdi Roma, at felagið hevur leigað Wojciech Szczesny hjá Arsenal komandi kappingarárið.










