Talv:
Í hesum døgum leikar hart á hjá fjúrtan stórmeistarum í hollendska bynum Wijk aan Zee, og tað hevur so sanniliga eisini verið at sæð á talvborðunum. Lang og áhugaverd talv sum eru merkt av vinnaravilja er skráin hvønn dag. Allir skulu telva ímóti hvørjum øðrum, tað vil siga trettan umfør.
Telvað eru nú fimm umfør, í gjár var frídagur og sætta umfar verður telvað í dag.
Kasparov legði best út við at vinna tvey tey fyrstu talvini, men hevur síðani leikt tríggir javnleikir á rað, har tann seinasti var ímóti heimsmeistaranum Kramnik, sum eisini hevur hálvtfjórða stig. Talvið teirra millum er í blaðnum í dag. Ein annar av kanónunum hevur somuleiðis hálvtfjórða stig, nevnliga tann álopssinnaði, ungi russin Morozevich.
Fide heimsmeistarin Anand hevur ikki rættiliga sett ferð á við sínum fyra javnleikum og einum vunnum talvi. Ein av javnleikunum varð ímóti Kasparov.
Fide HM finalisturin Shirov hevur hinvegin sett sína egnu kós, og higartil hevur hon hilnast væl. Try vunnin talv og tveir javnleikir gevur honum fyrsta pláss, men hann hevur tó ikki enn møtt Kasparov, Kramnik ella Anand, so enn er ringt at meta um hansara møguleikar.
Støðan eftir 5. umfar:
1. Shirov 4 stig
2. Kasparov 3,5
3. Kramnik 3,5
4. Morozevich 3,5
5. Adams 3
6. Anand 3
7. Ivanchuk 2,5
8. Timman 2,5
9. Leko 2
10. Topalov 2
11. van Wely 2
12. Fedorov 1,5
13 Piket 1,5
14. Tiviakov 0,5
Øgiliga javnt í oddinum, men ikki óvanligt tá so javnir telvarar luttaka. Vert er at nevna støðuna hjá Timman. Hann hevur møtt heilt sterkari mótstøðu; Kramnik, Morozevich, Topalov, Leko og Shirov og hevur 50%. Enn kann hann, tann 49 ára gamli hollendarin Jan Timman.
Hevur Timman yvirraskað á ein positivan hátt, hava Leko og Topalov fingið heldur ringa byrjan, men í niðara endanum enda teir allarhelst ikki eftir lokna kapping.
Í dag hittast:
Shirov ? van Wely
Morozevich ? Kasparov
Kramnik ? Anand
Leko ? Adams
Piket ? Timman
Fedorov ? Ivanchuk
Topalov ? Tiviakov
Eftir at vit nú hava tveir heimsmeistarar, Kramnik og Anand, vera nógv eygu vend ímóti teirra dysti í dag. Tosað hevur verið um sokallaðan World Prestige Match millum teir seinni í árinum, men einki er avgjørt í hesum malið.
Fylgjast kann við talvunum og kappingini live á fleiri heimasíðum. Her eru tvær teirra; www.kasparovchess.com og www.corusgroup.com/coruschess/home.html, har eisini fleiri webkamera fylgja við.
Talvið hesa vikuna
(Talvstøðumyndin, diagrammi, skal koma eftir leik 34., c5, hjá hvítum! Viðmerkingar til leikin sum eg havi skrivað kann koma eftir diagrammi)
Kasparov,G (2849) - Kramnik,V (2772)
Corus2001 Wijk aan Zee (5), 18.01.2001
1.e4 e5 2.Nf3 Nc6 3.Bb5 Nf6 4.0-0 Nxe4 5.d4 Nd6 (Kramnik velur frábrigdi Berlin Wall í sponsku byrjanini. Hetta gav honum góð úrslit í HM dystinum ímóti júst Kasparov) 6.Bxc6 dxc6 7.dxe5 Nf5 8.Qxd8+ Kxd8 9.Nc3 Ke8 10.h3 Be7 11.Bg5 Bxg5 12.Nxg5 h6 13.Nge4 b6 14.Rfd1 Ne7 15.f4 Ng6 16.Rf1 h5 17.Rae1 Bf5 18.Ng3!? Ne7 (Ikki gott er at taka á c2 vegna 19. f5) 19.Nxf5 Nxf5 20.Kf2 Nd4 21.Rc1 Rd8 22.Rfd1 Ke7 23.Ne4 h4 24.b4 (við h4 steðgar Kramnik kongafinnum, meðan b4 steðgar a5 og c5. Sera positionelt telva av báðum) Rh5 25.Ng5 Rhh8 26.Rd3 Ne6 27.Nxe6 Kxe6 28.Rcd1 Rd5 29.c4 Rxd3 30.Rxd3 a5 31.bxa5 Ra8 32.Ra3 Kf5 33.Kf3 Ra6 34.c5! (her fær kasparov nærum vinnandi fyrimun, men nú setur Kramnik alla sína sterku verjuskipan í gongd) f6 35.Re3 Rxa5 36.e6 Ra8 37.e7 Re8 38.a4 Kg6 39.Re6 Kf7 40.Rxc6 Ra8 41.cxb6 cxb6 42.Rxb6 Rxa4 43.Re6 Ke8 (43...Ra8 tapir vegna 44. e8 Rxe8 45. Rxe8 Kxe8 46. Kg4) 44.Re4 Ra3+ 45.Re3 Rxe3+ 46.Kxe3 f5 javnt