Eftir at hann mest sum alt síðsta kappingarár var skaddur, er Alexandur Johansen aftur partur av Skála liðnum. Í Klaksvík átti hann næstsíðsta fótin á báðu ferðirnar, tá ið Skála skoraði.
- Hann er gull verdur fyri okkum. Alexandur og teir tríggir ungu, sum vit hava fingið afturat, og sum komu inn, gera, at vit manningarliga eru ikki verri fyri enn í fjør, sjálvt um vit hava mist lyklaspælarar, staðfestir Jónhard Frederiksberg. Ungu menninir, sum hann sipar til, eru Debus Danielsen, Poul N. Poulsen og Levi Hanssen, sum allir vórðu skiftir inn.
- Leikliga vóru vit omaná, og eg átti at havt fingið eitt mál, men eitt stig í Klaksvík er ikki so galið, heldur landsliðsspælarin hjá Skála, sum eisini rósar veteranmálverjanum Eugen Voda.