Alexandur: Aftaná "time-out´ið" fingu vit geistin aftur

Tað sá svart út hjá StÍF og venjaranum, Alexanduri Johansen, tá 10 minuttir vóru farnir av tí seinnu hálvfinaluni millum VÍF og StÍF í Vestmanna. VÍF varð tá á odda 6-0.

 

- Vit fingu savnað tankarnar, og blivu meira róligir. Tá vóru 50 minuttir eftir av dystinum. Vit valdu at koyra eina 5-1 verju, og fingu nøkur mál, og tað gav okkum geistin aftur, segði Alexandur Johansen við Trónd Arge aftaná dystin, sum StÍF vann 23-21, og harvið hálvfinaluna við einum samlaðum 47-43 sigri.

 

Agnar Joensen hjá VÍF helt, at StÍF spælararnir vóru meira tolnir í sínum spæli, og dugdu at spæla menn fríar. Agnar Joensen hevði droymt um eina uppgerð millum VÍF og KÍF í steypafinaluni, men mátti bara sanna, at VÍF var rættiliga langt frá finaluni í seinna hálvleiki í dystinum ímóti StÍF í kvøld.

 

Tað ber til at hoyra prátini Tróndur Arge gjørdi við Alexandur Johansen og Agnar Joensen undir greinini.