Alexander Frei trýr uppá Sveis

Sveis tekur ímóti Turkalandi á Sankt Jakob Park Leikvøllinum í Basel, í kvøld kl. 19.45. Besti sveisiski álopsspælarin, Alexander Frei verður ikki tøkur hjá Sveis aftur í EM-endaspælinum, og meta flestu fótbóltsserfrøðingarnir, at tað minkar munandi um møguleikarnir hjá vertslandinum at vinna seg víðari í fjórðingsfinaluna. Alexander Frei trýr kortini uppá, at liðfelagarnir kunnu vinna seg í fjórðingsfinaluna. ?Okkara dreymur má liva víðari. Okkara lið má stríðast alt tað teir megna í kvøld. Eg veit, at liðið hevur hendan dreymin. Dreymurin hjá mær var knústur leygardagin, men dreymurin hjá Sveis livir víðari, sjálvt aftaná ósigurin ímóti Kekkia.? Sigur Alexander Frei. Fyrrverandi sveisiski landsliðsspælarin, Ramon Vega heldur ikki, at Sveis hevur ikki nakran møguleika at koma víðari í kappingini, uttan Alexander Frei á vøllinum. Ramon Vega kann ikki síggja nakran annan í hópinum, sum kann skjóta tey neyðugu málini fyri Sveis.