Tað er kongsskifti í føroysku dómarafamiljuni, har Lars Müller, ið er kosin til ársins dómara heili átta ferðir, vegna flyting av landinum ikki longur er dómari í føroyskum fótbólti, og harvið ikki er tilnevndur hesaferð.
Ársins dómari eitur nú Alex Troleis. Tað er júst kunngjørt á árliga Fótbóltsgalla, har Alex var tilnevndur til heiðurin saman við Eileri Rasmussen og Peturi Reinert.
39 ára gamli Alex Troleis, sum er ættaður úr Brasil, men hevur búð í Føroyum síðani 2001, hevur dømt tilsamans 351 dystir í føroyskum fótbólti. Hann hevur verið FIFA-dómari síðani 2015. Júst farna kappingarár dømdi Alex 26 dystir í Betrideildini, harímillum FM-finaluna ímillum B36 og KÍ.
Í kvinnudeildini varð Árni Petersen kosin ársins dómari. Hann var tilnevndur saman við Jón Tór Baldvinsson og Stephani Peturssyni.
##med2##
Árni Petersen til vinstru.