Alex Bærendsen ? føroyski country og gospel maðurin við tí djúpu, mjúku røddini ? fær nú ein rættiliga góðan kjans at gera vart við seg. Tvey kvøld á rað fer hann nevniliga at syngja á stóra staðnum Broadway í Reykjavík. Talan er um stórt tiltakt, tí hitt navnið á plakatuni eru stóri schlagara-bólkurin Vikingarna úr Svøríki.
Skálamaðurin Gunnar Christiansen, ið hevur búð í Íslandi síðani 1961, er maðurin, sum stendur aftan fyri Íslandsvitjanina hjá Alexi.
? Eg havi altíð hildið, at Alex hevur eina avbera góða rødd og at hann átti at verði hoyrdur her í Íslandi. Nú verður tað so møguligt, sigur Gunnar Christiansen.
Gunnar hevur eisini verið uppi í arbeiðnum at fáa Vikingarnar til Íslands og hann fekk sannført hinar fyrireikararnar um, at Alex eisini er júst rætti maðurin at upptraðka saman við Vikingarna.
Í íslendskum útvarpi
Fitt av pr. arbeiði hevur verið gjørt síðani tað gjørdist greitt, at Alex skal á pall á íslendska Broadway.
Eitt nú hevur Gunnar Christiansen fingið íslendska útvarpið at spæla Alex.
? Ríkisútvarpið hevur spælt løg við Alex Bærendsen í bestu senditíð um middagsleitið. Meginparturin av Íslandi hevur havt møguleika at hoyra Alex, og fólkið dámar hann væl, sigur Gunnar.
Pláss er fyri 1800 fólkum á Broadway, ið verður mett sum eitt av flottastu spælistøðunum í øllum Evropa. Tað er mest sannlíkt, at Alex skal á pallin áðrenn Vikingarna, og at føroyski country sangarin fer at syngja til playback. Møguleiki er kortini eisini fyri, at lokala húsorkestrið fer at spæla saman við Alex.










