Alex og Patrik frá byrjan fyri fyrstu ferð

Fimm broytingar eru í føroysku byrjunaruppstillingini til landsdystin móti Liktinstein í dag

Fimm broytingar eru í føroysku byrjunaruppstillingini til dystin móti Liktinstein í dag, í mun til seinasta dystin móti Lettlandi hósdagin. Gunnar Nielsen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard, Kaj Leo í Bartalsstovu og Patrik Johannesen eru í dag allir við frá byrjan í mun til tá. Teir avloysa Teitur M. Gestsson, Sonna Ragnar Nattestad, Sølva Vatnhamar, René Shaki Joensen og Brand Hendriksson Olsen.

 

Fyri Alex Mellemgaard og Patrik Johannesen er talan um fyrsta a-landsdystin nakrantíð, at teir báðir eru at finna í byrjunaruppstillingini.

 

- Tað er stórt at sleppa at byrja inni, tí eg havi kempað fyri hesum í langa tíð, og nú fái eg so møguleikan, so eg eri spentur og fari at geva alt, sum eg eigi, sigur Alex Mellemgaard.

 

Teir 11 sum byrja fyri Føroyar í dag:

Gunnar Nielsen - Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Oddmar Færø, Alex Mellemgaard - Kaj Leo í Bartalsstovu, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, Jóan Símun Edmundsson, Gilli Rólantsson Samuelsen - Patrik Johannesen

 

Venjingardysturin millum Føroyar og Liktinstein verður floytaður í gongd klokkan 17:00, føroyska tíð, og kann stroymast á heimasíðuni, www.fsf.fo. Eisini hevur in.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.