Klokkan 16 verður fyrsta bríksl í triðju og seinastu grannauppgerðini í Gundadali í ár. B36 eigur heimavøll á ovara vølli í Gundadali. Tvær tær undanfarnu ferðirnar er tað endað javnt – 0-0 og 2-2.
HB er á triðja plássi við 46 stigum, og B36 er á fjórða plássi við 42 stigum. HB eigur útsettan dyst í Gundadali ímóti KÍ og hevur tí spælt 22 dystir, meðan B36 hevur spælt 23 dystir.
Hjá B36 er Sebastian Pingel aftur á liðnum, eftir at hann var leikbannaður, tá ið B36 við sæíðsta sparki í dystinum skoraði sigursmálið í 3-2 heimadystinum ímóti EB/Streymi. Uros Stojanov er leikbannaður, og so kemur tað illa við, at Alex Mellemgaard, sum altíð er millum lyklaspælararnir, ikki á listanum í dag.
Hjá HB eru miðverjin Bartal Wardum og verjukendi sentrali miðvallarin Heðin Hansen ikki á listanum í dag, meðan René S. Joensen er tøkur aftur eftir leikbann.
B36 – HB kl. 16.00
Á ovara vølli í Gundadali
Dómari: Kári J. á Høvdanum
B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas S. Enevoldsen, Andrias H. Eriksen, Hannes Agnarsson – Mathias Thrane, Bjarni Petersen – Ragnar Samuelsen, Andrass Johansen, Martin Agnarsson – Sebastian Pingel
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, René S. Joensen, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Michal Przybylski, Stefan Radosavljevic, Dan í Soylu, Adrian Justinussen – Jákup L. Thomsen, Mikkel Dahl