Alec Baldwin drap av óvart eina kvinnu undir filmsupptøku

Tvey fólk eru skotin undir upptøkum til nýggjan Alec Baldwin-film, upplýsir sheriffurin í Santa Fe.

Sherifskrivstovan í Santa Fe váttar, at tað var sjónleikarin Alec Baldsin, sum undir eini filmsupptøku í gjár lat skot av við eini gamlari pistól, sum skuldi brúkast í filminum, og kom soleiðis at drepa eitt fólk. (Arkivfoto). - Foto: Angela Weiss/AFP/Ritzau Scanpix/Ritzau Scanpix

Tað var Hollywood-stjørnan Alec Baldwin, sum lat skotið av við eini rekvisit-pistól undir upptøkum í gjár, tá ein kvinna doyði og ein maður varð særdur.

Tað váttar sheriffskrivstovan í Santa Fe, sum er høvuðsstaður í amerikanska statinum New Mexico.

– Tvey fólk eru skotin undir upptøkunum av eini senu í westernfilminum »Rust«, sigur sheriffurin í Santa Fe í einum boðum sambært tíðindastovuni AFP.

– Eitt skotoffur, ein 42 ára gomul kvinna, er deyð av løstinum.

Tann deyða kvinnan er filmfotografuruin Halyna Hutchins varð flogin við tyrlu til University of New Mexico Hospital, har hon var staðfest deyð. Hitt offurið er filmsleikstjórin, 48 ára gamli Joel Souza, og hann er koyrdur á annað sjúkrahús við sjúkrabili eftir skottilburðin.

Har fær hann viðgerð, verður sagt.

– Vit kanna málið, sigur Juan Rios, sum er talsmaður fyri sheriffin.

Sambært tíðindastovuni AP er 63 ára gamli sjónleikarin Alec Baldwin sæddur grátandi framman fyri sheriffskrivstovuna, men tað er ikki eydnast tíðindastovuni at fáa viðmerking frá honum til málið.

Enn er eingin skuldseting sett fram í málinum.

Sambært sherifskrivstovuni var talan um eina pistól, sum varð nýtt sum rekvisittur í filminum, sum skal fyristilla at fara fram í 19. øld.

– Sambært kanningarfólki vísir tað seg, at í senuni, sum varð filmað, skuldi ein gamal revolvari nýtast sum rekvisittur, tá skotið gekk av.

Løgreglan er við at kanna, hvussu skotið varð latið av, og hvat slag av kúlum vórðu brúkt.

Tann dripni filmsfotografurin er útbúgvin frá American Film Institute og hevur arbeitt við fleiri stuttfilmum, áðrenn hon arbeiddi við actionfilminum »Archenemy« frá 2020.

Hutchins var mett stóra framtíð í filmsvinnuni. Í 2019 varð hon skírd sum »rising star« – ein komandi stjørna – av blaðnum American Cinematographer.

63 ára gamla Hollywood-stjørnan Alec Baldwin er við til at framleiða »Rust«. Hann spælir eisini leiklutin sum Harland Rust – ein lógleysur personur, hvørs abbabarn er dømt fyri morð.

Teir báðir flýggja, tá drongurin verður dømdur til deyða og skal heingjast.

Baldwin hevur verið í nógvum filmum eitt nú »It's Complicated« og »Still Alice«.

/ritzau/

 

 

 

Sherifskrivstovan í Santa Fe váttar, at tað var sjónleikarin Alec Baldsin, sum undir eini filmsupptøku í gjár lat skot av við eini gamlari pistól, sum skuldi brúkast í filminum, og kom soleiðis at drepa eitt fólk. (Arkivfoto). - Foto: Angela Weiss/AFP/Ritzau Scanpix/Ritzau Scanpix