70 ára gamli Victor Korchnoi vann óvæntað sterku kapingina í Biel, Sveis. Hann byrjaði væl, og lá hálvt stig fremstur tá komið var hálva leið, og soleiðis varð eisini endastøðan. Korchnoi vann loksins við seks stigum av tíggju møguligum, Svidler fekk hálvtsætta stig meðan Boris Gelfand heldur skuffandi ognaði sær triðja plássið við fimm stigum. Javnir á fjórða og somuleiðis aftasta plássi, vórðu Alexander Grischuk, Joel Lautier og Yannick Pelletier.
Fá vóru tey sum høvdu væntað at sæð Korchnoi aftur á sigurspalli, men sum hann sjálvur sigur, so hevur hann ongar veruligar talvambitiónir, uttan tað at hann ætlar at vísa teimum ungu, at enn er dugur í honum!










