Aldurin er eingin forðing

Aldursforsetin á danska liðnum sigur, at nýggja venjaraparið hevur havt stóra ávirkan á avgerð hansara um at halda fram á landsliðnum

Hóast hann ikki hevur eins nógvar dystir sum Peter Schmeichel, so er Jan Heintze tó tann av donsku leikarunum, sum hevur verið longst við í landsliðshøpi.

Longu í 1987 var hann á landsliðnum fyrstu ferð, og hóast hann misti nøkur ár í hesum sambandi, orsakað av ósemju við fyrrverandi landsliðsvenjaran, Richard Møller Nielsen, so eru altjóða royndir hansara sera drúgvar.

Millum annað var hann á liðnum, Tá PSV Eindhoven í 1988 vann europeisku meistarakappingina, og umframt nógv ár í PSV, hevur hann eisini roynt seg í týskum fótbólti eitt skifti.


Venjararnir nógv at siga

Onkrir av donsku fjølmiðlunum hava eftirlýst einum leikara, sum kann taka yvir plássið hjá aldursforsetanum á liðnum, men hinvegin er eingin teirra í iva um, at Heintze hevur uppiborið fast pláss á liðnum.

Spurdur, hvør orsøkin er, til at hann framvegis er at síggja á landsliðnum, svarar hann, at hann altíð hevur hildið tað verið stuttligt at umboða land sítt. Eisini legði hann dent á, at hann við hesum eisini hevur møguleikan til at vera við í at byggja eitt nýtt landslið upp.

Hann vísir tó eisini á, at nýggja venjaraparið so avgjørt eigur sín lut í, at hann játtaði at taka eitt tørn afturat á landsliðnum:

- Ikki tí, allir venjarar hava sínar dygdir og sínar veikleikar, men tað stuttliga við Morten og Michael er, at teir gera so nógv við tað taktiska. Serliga Morten er ein sannur perfektionist, og tí veit hvør einstakur leikari í smálutum, hvør hansara leiklutur á vøllinum er.

Hann legði eisini afturat, at tað hjá sær als ikki var nakar trupulleiki at hava venjarar, sum man sjálvur hevur spælt nógv saman við. Hann vísir á, at støðan í PSV Eindhoven var hin sama, tá Eric Claesen var venjari, og at tá ikki var nakar sum helst trupulleiki.


Glaður um dystin

Um sjálvan dystin helt hann annars, at føroyingarnir dugdu væl at gera tað til ein torføran dyst hjá dønum.

Samanumtikið var hann tó fegin um, at danir fingu væntaðu sigurin í land, og hann tóktist als ikki so ónøgdur um avrikið, sum eitt nú danska pressan tóktist.la inn í spælið, men tóktist tá ikki vera bangin fyri at bjóða seg til.

Var atvoldin til einasta gula kortið hjá dønum, tá hann snildisliga snaraði sær undan Per Frandsen.


15. Kurt Mørkøre

Sogndal

30/2

Kom á vøllin fyri Una Arge, tá seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin. Føroyska liðið lág tá nógv longri afturi á vøllinum, enn teir gjørdu í fyrra hálvleki, og tí var ógvuliga avmarkað, hvussu nógvar bóltar Kurt fekk at arbeiða við.

Sýndi tó í glottum, at hann kann nýtast sum »Target-man«. Millum annað tá hann stútaði innlegg niður til Toda Jónsson móti endanum av dystinum.


12. Henning Jarnskor


35/2

Kom á vøllin fyri Allan Mørkøre seinasta korterið, tó uttan at prógva, at hann eigur at vera fremsta val á plássinum, tá slovenar koma á vitjan.

Tóktist hava trupulleikar við at plasera seg rætt, og varð tí í fleiri førum yvirspældur á bakkinum. Er í løtuni ikki á tí støði, sum hann fyrr hevur verið á í landsliðsbúnanum.


18. Rógvi Jacobsen


6/0

Kom á vøllin fyri John Petersen seinastu 10 minuttirnar. Kom í einstøkum førum væl við í føroyska uppspælið, men yvirhøvur var spælitíðin ov stutt til at geva eitt veruligt skoðsmál