Aldurdómurin inn á bókapallin

Ungdómurin er ikki longur einaráðandi, tá tað ræður um at manna leiklutirnar í bókmentum. Eldru og gomlu røddirnar gerast alsamt fleiri, og bókafólk fegnast, tí rákið er við til at fjøltátta einføldu myndina av aldurdóminum


Tey eru allastaðni. Bæði sum høvundar og sum høvuðspersónar í bókunum hjá høvundunum. Tey eldru og gomlu lata sær ikki longur lynda við einum plássi í skugganum av eimum ungu, men verða viðgjørd av bæði eldri og yngru høvundum. Og sambært ummælarum, granskarum og høvundum er myndin, vit fáa av teimum gomlu í hesum døgum, nógv meir fjølbroytt enn kanska nakrantíð, skrivar Kristeligt Dagblad.

Tørvur á symbolskari fatan
- Rákið er positivt og átrokandi neyðugt í einum samfelag, sum annars tykist hava samtykt, at aldurdómur merkir sjúka, sigur Jørgen Povlsen á Syddansk Universitet, sum granskar í sambandinum millum aldurdóm og bókmentir. Sum dømi um eldrabylgjuna í bókmentum nevnir hann Ingenmandsland, eftir Kirsten Thorup, Tæppefald eftir Ole Juul og Evig Ungdom eftir Maria Markussen.
Jørgen Povlsen vísir á, at um ikki listin eisini viðgerð aldurdómin, verða tað tíðarinnar skiftandi sannleikar, sum sleppa at gera av, hvørja mynd vit hava av teimum gomlu
- Okkum tørvar eina meir kensluliga, sansaliga og andliga fatan av, hvat tað vil siga at vera gamal. Og júst hetta er sjálvskrivaða økið hjá listini og teimum humanistisku fakunum. Við aldrinum kemur kenslan av tí, sum ikki slepst undan, og tí verður tørvurin á at skilja lívið á einum symbolskum støði størri, sigur Jørgen Povlsen
Illsinni prutlar
Sambært høvundanum og ummælaranum Lars Bukdahl hongur rákið saman við, at meðan høvundar fyrr løgdu skrivingina aftur um seg, tá teir vóru umleið 40, halda teir í dag áfram at skriva, hóast teir langt síðani eru farnir um pensjónsaldur.
- Klaus Rifbjerg, Jytte Borberg og allir hindir eldru høvundarnir eru ikki bara tigandi, vísir ella í barndómi. Tey megna at halda illsinninum á lívi og skrivingini í kók, og tað er frálíkt. Tey skriva stórar, ørar skaldsøgur og rúkandi óðar yrkingar, sum skelda allan heimin út. Tað ger myndina av tí eldru røddini meir litfagra og skapar eina livandi útgávu av, hvat lívsroyndir eru fyri nakað, so tað alt ikki bara verður klók vísdómsorð, sigur Bukdahl.
Fyri júst Jytte Borberg, sum er fødd í 1917, er eitt lív við listini ein lívslang lærutíð. Hjá henni eru lívsroyndirnar eitt av mest týðandi arbeiðsamboðunum.
- Tá eg skrivi, brúki eg bæði nýggjar og gamlar royndir. Eg hugsi, at hetta er tann, eg eri í dag. Eg hugsi ikki um, at eg eri gomul og síggi ikki mín aldur hvørki sum drívmegi ella íblástur. Tvørturímóti er skrivitilgongdin líka nýggj og undranarverd hvørja ferð, sigur Jytte Borberg.