Fríggjakvøldið 9. februar kl. 20 í Læraraskúlahøllini hevur Aldubáran sína væl umtóktu várkonsert.
Hetta er ein "first of a kind" konsert í Føroyum, tí at KAIJA SAARIAHO og CHISTOPHER BYMAN ongantíð áður eru blivnir frammførd í Føroym, sum tikið verður til í tíðindaskrivi frá Aldubáruni.
Hetta verður eitt øðrvísi upplivilsi við einari fjølbroyttari skrá við verkum eftir: KAIJA SAARIAHO, ANDREAS RESTORFF, SUNLEIF RASMUSSEN og CHISTOPHER BYMAN.
Myndin av Aldubáruni er tilvildarliga vald og er frá framførslu í Wienna, 2011.