Aldubáran tvær konsertir í Listaskálanum

Tíðindaskriv frá Aldubáruni

Í samband við árligu várframsýningina í Listaskálanum hevur føroyski yrkistónleikabólkurin, Aldubáran, tvær konsertir.
Í Aldubáruni eru níggju fastir limir. Fimm av teimum virka í Føroyum, og fýra arbeiða uttanlands. Á konsertini leygardagin 1. mars er bólkurin mannaður við fimm blásarum, ein sokallað blásikvintett.
Á konsertini sunnudagin 2. mars verður klaver við eisini. Tey, ið manna Aldubáruna hesaferð, eru:
Andrea Heindriksdóttir, floytu - Anna E Klett, klarinett - Eydís Franzdóttir, obo - Jógvan Zachariassen, fagott - Páll Sólstein, horn - Jóhannes Andreasen, klaver.
Siðvenja er, at eitt verk verður spælt, tá ið várframsýningin letur upp kl. 15:00.
Í ár verður tað blásikvintettin hjá Atla Petersen. Tveir tímar seinni, kl. 17:00, verður so konsert við Aldubáruni í komuhøllini í Listaskálinum. Á skránni er føroyskur blási-tónleikur. Blásikvintettir eftir Kára Bæk, Edvard N Debess og Atla Petersen. Ljós og myrkur fyri solo klarinett eftir Kristian Blak, og eitt gamalt føroyskt Kingolag, sum Jógvan Zachariassen spælir á fagott.
Aldubáran hevur fyrr gjørt royndir við konsertforminum, og verður kon-sertin sunnudagin einki undantak. Verkini á skránni sunnudagin verða spæld í ymsum pørtum av Listaskálanum.
Á skránni eru fimm stykkir eftir franska kvinnuliga tónaskaldið, Claude Arrieu, eitt verk fyri obo, eitt verk fyri horn og kvintett í Es-dur eftir W. A. Mozart.
Mozart hevði stóran tokka til ljóðførini í blásikvintettini. Hetta kemur m. a. tíðiliga til sjóndar í brúkinum av hesum ljóðførum í orkesturklanginum, men so sanniliga eisini í kvintettini í Es - kv 452, sum er skriva fyri obo, klarinett, horn, fagott og klaver.
Konsertin sunnudagin er kl. 14:00.